Alphabeat sigur nei til Spice genturnar

Danski bólkurin Alphabeat hevur sagt nei til at hita upp fyri Spice Girls á konsert teirra í Stóra Bretlandi í januar 2008. Konsertin er ein partur av stóru konsertferðini hjá Spice gentunum kring heimin og sostatt hevði hetta verið ein stórur møguleiki fyri Alpabeat at gera vart við seg.

The Sun skrivar um hetta, at Alphabeat ikki ynskir at vera við, tí tey ikki dáma Spice Girls og tey vilja ikki setast í samband við tær.