Alphabeat styrkir netið

Í sambandi við útgávuna av nýggjari stakfløgu í Breltandi hevur Alphabeat fingið nýggja heimasíðu. Á síðuni ber til at síggja nýggja sjónbandalagið hjá bólkinum.

 

Alphabeat roynir av álvara sínar veingir í Bretlandi, og tað gongur væl hjá bólkinum, sum longu hevur hittað við sanginum Fascination. Nú er Alphabeat til reiðar við nýggjum útspæli, og tað er sangurin 10.000 Nights Of Thunder, sum er væl kendur á okkara leiðum.

 

Roknað verður við, at sangurin kann vinna inn á bretska hitlistan, og Alphabeat leggur brenni á bálið við nýggjum sjónbandalagið til sangin.

Hetta sjónbandalag kann síggjast á heimasíðuni hjá Alphabeat.