ALS einki fyri okkum

Tað nyttar einki hjá okkum at fara upp í ALS skipanina, siga tvey ungfólk, sum hava mist arbeiðið, nú kryvjivirkið í Vestmanna letur aftur. Tey ætla at finna sær lærupláss ella fara í skúla

Emma og Dánial Jákup ætla sær at finna annað arbeiði, nú Atlantis letur aftur. Men tað verður neyvan í Vestmanna, ásanna tey. At fara upp í ALS skipanina ætlar hvørgin teirra.
ALS ætla tey sær ikki at søkja, tí tey hava fingið at vita at tað loysir seg ikki hjá teimum. Tey hava verið ov stutt til arbeiðis til, at tað fer at geva nakað, er sagt fyri teimum.
Emma Poulsen og Dánial Jákup Toftum eru bæði 17 ára gomul og hava arbeitt á Atlantis, síðan tey fóru úr skúlanum. Hjá báðum var hetta líkasum ein millumstøð, áðrenn tey væntandi fara undir víðari útbúgving.
Emma ætlar sær i studentaskúla, og Dánial Jákup vil fegin finna sær eitt lærupláss og í øðrum lagi aftur í skúla, sigur hann.
Tey vita sær einki arbeiði í løtuni, greiða tey bæði frá. Í Vestmanna er so einki at finna, sigur Emma. Hon hevur spurt seg fyri hjá Føroya Fiskavirking, men hevur fingið at vita, at har er listin rættiliga langur, so har sær hon ongar møguleikar fyri at sleppa upp í part. So er tað onkur kiosk, sum kanska kann brúka fólk um kvøldið ella um vikuskiftini. Annars er lítið at vinna í Vestmanna í løtuni, sigur Emma.
Tey, sum fara hiðani, standa við ongum, sigur Dánial Jákup, sum ætlar sær at fara at finna eitt lærupláss. Skúlin kemur í øðrum umfari, sigur hann, um einki lærupláss fæst. Men tað verður so í hvussu er ikki í Vestmanna, tí her er bara Fiskivinnuskúlin, og hann er ikki tað fyrsta, Dánial Jákup ætlar sær at royna, hóast hann hevur arbeitt í fiskivinnuni.
?Eg havi onkran vinmann, sum gongur á Fiskivinnuskúlanum, og alt tað, sum tey har hava fyri, ætli eg mær ikki frívilliga undir, flennir hann.
Emma og Dánial Jákup halda ikki, at tey eru ikki ringast fyri, nú tey hava mist arbeiðið. Tað er verri hjá teimum, sum hava familju at forsyrgja. Fólk sum hava hús og børn, siga tey. Hjá teimum er verri.
Tó halda tey ikki, at tað í so máta er so heilt ringt hjá teimum, sum missa arbeiði á Atlantis.
?Her eru eini trý ella fýra fólk, sum eiga børn, og hjá teimum er tað serliga keðiligt, halda Emma og Dánial Jákup. So eru tað vit ungu, sum eru fleiri. Hjá okkum er tað kanska ikki so ringt. Men so er ein annar bólkur, siga tey og hava hug at smáflenna eitt sindur. Tað eru allir teir gomlu dreingirnir, sum abreiða her. Teir eru merkiliga nógvir, men teir munnu nokk eisini fara at klára seg. Tað plaga teir, siga hesi bæði ungfólkini, sum nú fara at royna at skapa sær nýggja tilveru uttan fyri Atlantis.