ALS-gjald ikki rindast av barnapengum

.

Í hvussu er nakrar mammur fara nú at fáa góðar 200 krónur meira í barnapeningi um árið.

Orsøkin er, at higartil hevur gjald til Arbeiðsloysisskipanina verið drigið av barnapeningunum, sum tær hava fingið, men sambært kunngerðini um gjald til arbeiðsloysiskipanina, er barnapeningur frítikin fyri ALS-gjald.

Tað eru ikki øll, sum kenna kunngerðirnar, men løgfrøðingurin í útvarpinum kom alment fram við hesi upplýsing í sending síni.

Hvørki ALS ella Tol- og Skattstova Føroya hava gjørt nakað mistak, sjálvt um ALS-gjald í fleiri førum er tikið av barnapeningi.

Reglan er, at nakrar almennar veitingar eru frítiknar, men fyri at sleppa undan, skal viðkomandi boða ALS frá.

Tey, sum kanska í áravís hava goldið ALS-gjald av barnapeningi, fáa tó ikki pening aftur við at boða frá nú. §2. stk,. 3 í kunngerðini um gjaæld til arbeiðsloysiskipanina sigur, at sleppast kann undan gjaldsskyldu av hesi veiting frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin skrivliga hevur fingið fráboðan um hetta.

So tað ræður bara um sum skjótast at boða frá, eru ráðini frá løgfrøðinginum.

Aðrar almannaveitingar, sum kunnu sleppa undan gjaldsskyldu til ALS eru framskundað fólkapensión og tænastumannapensión.