ALS klárar ikki eitt skrædl sum er

Tá roknskapurin hjá ALS varð lagdur fram fyri tíðindafólki í gjár segði Finn Danberg, at skipanin klárar ikki eitt rættuligt skrædl í verandi støðu. ? Til tað er eginpeningurin ov lítil

ALS hevði eitt framúr gott rakstrarúrslit í 1997 og útlitini fyri 1998 eru eisini góð.

Heldur gongdin í samfelagnum fram sum higartil kann vantast, at úrslitið verður umleið hevltina av tí tað var í 1997.

Men tað verður so nógv tosað um eina nýggja kreppu. Hvørja ávirkan fær tað á roknskapin hjá ALS?

? Kemur ein kreppa sum tann í byrjanini av níti-árunum, so megnar ALS hana ikki einsamøll.

? Eginpeningurin hjá ALS er í løtuni umleið 49 mió. krónur og taðeru 45 mió. krónur lægri enn hon var tá skipanin byrjaði og tá síggja vit burtur frá, at ALS í árunum 193-95 fekk tilført umleið 81 mió. krónur frá landskassanum og »samhaldsfasta«.

Finn Danberg sigur, at skal skipanin einsamøll skula standa ímóti eini so stórari kreppu, sum hinari, so skal eginpeningurin verða nógv hægri.

? Leysliga mett, so skal eginpeningurin liggja ímillum 250 og 300 mió. krónur. Í løtuni er hann 49 mió. so har er langt á mál, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari á Arbeiðsloysisskipanini