ALS søkir nú eftir stjóra

Arbeiðsloysisskipanin søkir í Sosialinum í dag eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við eftir Ernst Jacobsen, sum eftir mikið rumbul var koyrdur frá sum stjóri fyrr í mánaðinum við 1,2 milliónum krónum í fráfaringarløn.

Men nýggi stjórin skal ikki vænta sær eins góða løn, og tann undanfarni. Í lýsingini verður sagt, at lønin er 49.191 krónur um mánaðin pluss 15 prosent í eftirløn. Eisini stendur tilskilað, at nýggi stjórin í ALS eisini verður stjóri fyri Trygdargrunni fiskivinnunar – sum frákoyrdi stjórin fekk 15.000 krónur eyka fyri um mánaðin.

ALS-stýrið vil tryggja sær, at nýggi stjórin er savnandi, myndandi og gongur á odda fyri stovninum.

– Tú hevur hóskandi útbúgving frá hægri læru- stovni ella útbúgving sum saman við royndum kunnu sammetast við hægri útbúgving.

– Tú hevur viðkomandi førleikar og leiðslu- royndir. Tú hevur vitan um og innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti. Tú megnar at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum og samstundis fylgja settum málum og taka við nýggjum avbjóðingum.

– Tú ert álitisvekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta. Tú ert rúmlig/ur og góðtekur menniskju við teirra fjølbroyttu før- leikum og ymiskleikum.

Nýggi stjórin skal taka við 1. apríl ella skjótast tilber.