Spurningurin má so vera, um ALS-gjaldið er skattur ella tryggingargjald. Av tí at gjaldið er tvungið vilja summi vera við, at hetta er skattur. Har kunnu vit væl siga, at tá tað nú er Løgtingið sum hevur sett hesa skipan á stovn, er tað so ikki Løgtingið sum hevur útskrivað henda “skatt”?
Jørn Astrup Hansen skrivar grein um ALS í bløðunum og kemur fram við ymiskum áhugaverdum. Hann nevnir t. d. at gjaldið úr grunninum er 70% av einari arbeiðaraløn. Og hetta skuldi gjaldið í prinsippinum eisini verið.
Veruleikin er kortini tann, at gjaldið er nógv minni enn 70%. Í Fiskavirkisskipanini er útgjaldið 70%, men bert fyri 4 dagar eina arbeiðsleysa viku, t.v.s. at stuðulin í veruleikan er bert um 56% hjá teimum sum fáa fult endurgjald. Hjá nógvum er støðan nógv verri, og tey kunnu fáa heilt niður í 25% og minni. Hetta tí at grundarlagið verður roknað út eitt ár afturút frá tí degi, tú byrjar í skipanini. Og tað løgna er, at hetta grundarlag verður ikki endurskoðað hvørt ár. T.v.s. at útgjaldið er púra tilvildarligt og sera órættvíst. Soleiðis kunnu fólk, sum arbeiða á sama virki í áravís og í áravís hava sama tímatal, fáa heilt ymiskt útgjald frá ALS, bert tí at tey, tað árið tey fóru upp í skipanina, høvdu ymiskt byrjanargrundarlag. T.v.s. at ein heilt tilvildarligt kanska vann nógv árið framman undan meðan ein annar av ymsum orsøkum, tað kann vera sjúka ella onnur neyðug frávera, ikki vann so nógv árið fyri. Út frá hesum verður so stuðulin roknaður ár eftir ár og hevur sum tíðin gongur púrt einki við veruleikan at gera.
Hetta haldi eg vera ein stóran meinboga í skipanini, og sum eg havi skilt tað, so hava ætlanir verið frammi um at broyta hetta til tað betra. Men við útsagnum sum teirri hjá Jørn Astrup og fleiri øðrum, um hvørt ALS gjaldið er skattur ella ikki, eru nevndin í ALS og landsstýrið ongan veg komin, og alt er steðgað upp í tekniskari trætu. Grundin undir hesum sýnist at vera, at kreftir eru frammi, sum vilja hava tryggingina yvir á tað privata, Jørn Astrup sýnist at vera ein av teimum. So leingi ALS hevur lógargivnan rætt til at taka inn henda pening, so átti skipanin sjálvandi eisini at havt rætt til at umsitið peningin – ikki minst tá ætlanin er at gera skipanina meira rættvísa. Tí meti eg hesi støðugu álopini á ALS vera til stóran skaða fyri tey, sum skulu fáa stuðul úr skipanini.
At mæla til at fólk tekna sínar egnu arbeiðsloysis tryggingar kann bara ein koma við, sum eigur nokk á bók og sum als ikki skilir støðuna hjá vanliga verkafólkinum. Fyri tann vanliga láglønta lønmóttakaran er tað gott, at tað almenna hevur eina slíka solidariska skipan gangandi. Sum nú er, er gjaldið 1%. Skuldi hvør arbeiðstakari í sínum lag teknað slíka skipan varð gjaldið munandi hægri og helst meira enn løntakarin var førur fyri at rinda. Og tað vildi so gjørt, at vit vóru í somu støðu sum áðrenn ALS. Tað vil siga at fólk aftur vóru uttan trygging móti arbeiðsloysi, og tí máttu beinleiðis undir Almannaskipanina og har eru heilt onnur krøv galdandi.
Tí vil eg mæla tí skilagóða tinginum at loyva og áleggja ALS stýrinum veruliga at fáa ALS skipanina gjørda rættvísa og meira tíðarhóskandi. T. d. eiga øll, sum gjalda inn í ALS at fáa sjálvsagdan rætt til útgjald úr ALS. Hetta er ikki veruleikin í dag. Tað átti at borið til at gjørt skipanir fyri tey eisini, sum í dag standa útistongd frá skipanini, men eru tvungin at gjalda. Og so tað mest umráðandi, at útgjaldið veruliga verður minst 70% ella meir av einari tímaløn, galdandi fyri alla tað mistu tíðina, og ikki bert fyri part av mistu tíðini og púra tilvildarligt og órættvíst, sum tað nú er.