ALS: Talið heldur fram at lækka

Talið av teimum, sum eru í ískoytisskipanini hjá ALS lækkar framhaldandi

Tey, sum nú fáa ískoyti úr lønarískoytisskipanini hjá ALS, sum kom í gildi 12. mars í ár, eru nú 2291 í tali, upplýsir ALS á heimasíðuni.

Tá talið var hægst, vóru 4320 fólk í serstøku lønarískoytisskipanini hjá ALS. Tað merkir, at 2029 fólk eru farin úr aftur skipanini. 

430 fólk eru í vanilgu arbeiðsloysisskipanini hjá ALS.