ALS fer nú at skipa fyri kvøldsetum ymsastaðni kring landið, og byrjað verður á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld klokkan 19.
Á kvøldsetunum, sum hava fingið heitið "Ímeðan vit bíða eftir arbeiði", verður ljós varpað á tilveruna sum arbeiðsleys/ur.
Hetta verður gjørt við eitt nú framløgum, sjónleiki, gestavitjanum og øðrum og fer fram bæði við álvara og skemti.
Tað verða teir báðir, Bárður Persson og Jákup Dahl, umframt psykoterapeuturin, Turid Holm, sum vera vertir á kvøldsetuni.
- Endamálið er at møta teimum arbeiðsleysu, har tey eru, sigur Bárður Persson.
Hann sigur, at á kvøldsetunum verður ljós varpað á tað at vera arbeiðsleysur.
- Vit fara kring alt landið við hesum. Hóast arbeiðsloysi er eitt álvarsmál, hava tey, sum koma til hesar kvøldsetur, ivaleyst eisini brúk fyri at fáa okkurt skemtiligt.
Bárður Persson heldur, at við at brúka ein skemtiligan hátt, slepst helst betri inn í tey meira álvarsomu viðurskiftini.
- Tí haldi eg avgjørt, at hetta er ein góður máti at gera tað upp á, segði Bárður Persson við Rás2 í gjár.
Samrøðan við Bárð Persson kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.