Alsamt fleiri trupulleikar við sterkum rúsevnum

Blákrossheimið sær ein líðandi vøkstur í talinum av teimum, sum eru bundin at sterkum rúsevnum.

Tað eru alsamt fleiri, sum leita sær viðgerð fyri misnýtslu av sterkari narkotiskum evnum, og á Blákrossheiminum vóru hesi í fjør 15 prosent av øllum teimum, ið leitaðu sær viðgerð fyri misnýtslu - og árið fyri vóru tey 12 prosent.

 

Tað stendur í ársfrágreiðingini frá Blákrossheiminum fyri í fjør, sum júst er komin.

 

Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, sigur talan vera um ein vøkstur, sum er bygdur upp ígjøgnum fleiri ár. Hilmar Jan Hansen prátaði við Olgu Magnussen seinnapartin í gjár. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.

 

Blákrossheimið húsast nú á Nesi í Eysturoynni, eftir at hava havt adressu í Havn, síðani virksemið fekk góðkenning afturi í 1984.

 

Tey flestu, sum leita sær hjálp og viðgerð fyri misnýtslu hjá Bláa Krossi, eru í aldrinum millum 30 og 60 ár.