Óðalsfólk
Óðalsfelagið hevði aðalfund á Búnaðardeplinum í Kollafirði í gjár og har varð greitt, at felagið skuldi hava Nýggja nevnd.
Tríggir nevndarlimir stóu fyri vali. Umboðið fyri Suðuroy, Mikkjal Sørensen í Porkeri og umboðið fyri Streymoy, Niels Petersen úr Vestmanna, vórðu báðir afturvaldir.
Umboðið fyri Sandoy, Vilmund Sørensen úr Húsavík, tók ikki við afturvali og fyri hann varð Atli Dalsgaard í Skálavík, valdur.
Men so hevði eisini nevndarlimurin úr Eysturoy, Bjarni Hansen úr Runavík heitt á nevndina um at sleppa frá í úrtíð og tað varð tikið til eftirtektar. Fyri hann varð Hilmar Nielsen úr Saltangará, valdur
Og so er tað formaðurin sjálvur, sum stendur fyri vali hvørt ár, men har varð Kári á Rógvi av Argjum, afturvaldur.
Óðalsfelagið er stovnað at røkja áhugamálini hjá øllum teimum túsundtals føroyingunum, sum eiga jørð, heilt frá smáum traðum til stórar ognir. Men kortini hevur felagið bara slakar 400 limir og tí er ætlanin at vekja størri áhuga fyri felagnum.
Ein ætlan, sum liggur í kortunum, er at fara landið runt eftir jól at halda fundir við áhugaverdum fyrilestrum, har serkøn fara at tosa um seyð, fóður, heilivág og annað mangt í sambandi jarðarbrúk.
Felagið heldur, at tað hevur týdning, at Óðalsfólk hava eitt sterkt felag at umboða seg, tí tað eru stórmál á skránni hjá landsstýrinum, har úrslitið kann fáa stóra ávirkan á støðuna hjá øllum teimum, sum eiga jørð. Eitt nú er ætlanin at broyta jarðarlógina og felagið vil eisini hava matrikullógina broytta, so at tað ber til at luta matrikulnummur sundur í smærri eindir.