Ein av panelluttakarunum í Also-sendingini leygarmorun í Kringvarpinum boðar nú alment frá, at hann noktar at rinda kringvarpsgjald. Hann hyggur heldur ikki longur at sjónvarpi hjá Kringvarpinum.
– Eg skal hervið boða frá, at vit ikki longur gjalda fyri sjónvarpspartin hjá Kringvarpinum.
Tað skrivar Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, sum – í øllum førum higartil – hevur verið fastur partur av Also-panelinum leygarmorgun í Kringvaprinum, í einum brævi, hann hevur sent Kringvarpinum.
Hann langar hart út eftir Kringvarpinum og kallar tey fyri »jubel-idiotar« og ger greitt, at hann og hansara familja við fimm børnum dáma SERA væl at hyggja eftir filmum í Televarpinum og á Netflix.
Orsøkin til glepsið mótvegis Kringvarpinum er, at Kringvarpið langafríggjakvøld fer at vísa filmin »Seinasta freisting Kritsts«.
Í brævinum til Kringvarpið skrivar Also-luttakarin soleiðis:
»Um tit onki annað hava at vísa enn filmin “Seinasta freisting Krists” langafríggjakvøld, so hava tit ivaleyst misskilt kringvarpslógina – og hervið mist ein hyggjara.
Vit eru ein familja við 5 børnum í aldrinum 6 til 19 ár. Okkum dámar SERA væl at hyggja at filmum í Televarpinum, Netflix og á KVF. Á páskum hava vit ofta sæð góðar og uppbyggjandi filmar.
Hesin filmurin, sum er á skránni langafríggjakvøld í ár, er eftir mínum tykki óbíbilskur og sambært tykkum sjálvum óhóskandi fyri børn longu kl. 22 í einari feriu.
Størri jubel-idiotum enn teimum, ið hava lagt filmin á skránna í bestu senditíð, skal man leita leingi eftir, og hervið skal eg boða frá, at vit ikki longur gjalda fyri sjónvarpspartin hjá Kringvarpinum. Tað skal hervið standa sína roynd, at Kringvarpið við vilja leggur seg eftir at útihýsa familjum langafríggjakvøld og senda guðsspottandi filmar hendan heilaga dagin, tá ið kristinheitin í sínari heild minnist Jesu líðingarsøgu og 2 dagar seinni hansara fullgjørda verk við uppreisnini.«
Dia Midjord segði við útvarpið í gjárkvøldið, at filmurin verður sýndur, umenn eitt sindur seinni. Men um Kringvarpið aftur sendir boð eftir einum Also-panelluttakara, sum alment noktar at rinda kringvarpsgjald, segði søgan tó einki um.