Alt bendir á at kongsvitjanin verður útsett

Avgerðin fellir í morgin ella hósdagin – hon veldst um nýggjur sáttmáli verður gjørdur, ella um verkfallið heldur fram

Sum skiltist, so skuldi landsstýrið taka avgerð í morgin, um kongsvitjanin verður útsett, ella um hon verður sum ætlað í næstu viku. Men tá tað frættist, at røringur er komin í, og at partarnir fara at tosa saman í morgin, so fer landsstýrið helst at bíða at vita, hvussu leikur ferð.

Men landsstýrið kann ikki bíða leingi, so um eingin sáttmáli er gjørdur hósdagin, so verður kongsvitjanin uttan iva avlýst á hesum sinni. Tað fer ikki at eita, at hon er avlýst, men at hon er útsett, tí kongur fer at koma á vitjan seinni.

Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu hanga saman í sambandi við kongsvitjan. Eitt nú skal kongaskipið Dannebrog siglast til Føroyum, og nógvur matur o. a. skal fáast til vega.

Sum skilst ber tað væl til, tekniskt sæð, at hava kongsvitjan, meðan verkfall er. Men tað verður ikki hildið at vera hóskandi at hava so fornemma vitjan, meðan landið er í einum slag av undantaksstøðu.

Tað kann eisini virka provokerandi, at løgmaður og kongur sita við fínum víni og sjampanju og sjey rættum, meðan handilsdiskar eru tómir, og fólk ikki fáa mat.

Eisini er vandi fyri, at kongsvitjanin á onkran hátt verður knýtt upp í verkfallið, og hava væl saktans hvørki landsstýrið ella kongshúsið áhuga í tí.

Eisini verður tað tikið við, at fólk ikki hava møguleika at ferðast, nú bussar ikki koyra og brennievni ikki fæst í bilarnar. Tað fer at darva fólki at luttaka í hátíðarhaldinum.

Tvær ferðir áður hevur kongshúsið útsett vitjan í Føroyum. Tað var gjørt í 2015, tá val varð útskrivað og í 2021 vegna koronu. So hóast kongsvitjanin á hesum sinni verður avlýst, so kemur kongur uttan iva á vitjan seinni í ár ella næsta ár.

Men í hesum máli ráða hvørki løgmaður ella kongur. Her ráða samráðingarnevndirnar hjá arbeiðsgevarum og arbeiðarafeløgunum. Semjast tey í morgin, so kemur kongur.