Alt bendir á, at tann 50 ára gamli Benigno Aquino vann forsetavalið í Filipsoyggjunum í gjár. Tá 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Aquino fingið góð 42 prosent av atkvøðunum. Harðasti kappingarneytin, fyrrverandi forsetin Joseph Estrada, hevði fingið góð 25 prosent.
50 milliónir fólk høvdu valrætt í gjár, og valnevndin sigur, at 75 prosent vóru á vali.
Fráfarandi forsetin, Gloria Arroyo, sum hevur verið forseti í næstan tíggju ár, stillaði ikki uppaftur. Hon hevur verið fyri hvøssum atfinningum um svik í umsitingini.
Benigno Aquino er sonur Benigno ?Ninoy? Aquino, sum bleiv myrdur í 1983, tá hann kom heim eftir útlegd í USA. Mamman, Corazon Aquino, gjørdist forseti í 1986. Hon doyði av krabbameini í fjør.