Alt bendir á Trump sigur – Hillary sýtir fyri at geva skarvin yvir

Tað skal nærum eitt undur til, um Donald Trump ikki verður næsti forsetin í USA. Ríkmaðurin úr New York við ongum politiskum royndum er nevniliga á gáttini til at vinna ein stóran sigur á Hillary Clinton.


Republikanska valevnið hevur nevniliga skakað amerikanskan politikk við at tykjast at vinna fleiri statir, ið hava verið mettir at vera tryggir demokratiskir statir.


Veljarakanningar og serfrøðingar hava í stóran mun verið samd um, at Hillary Clinton fór at vinna valið, men Donald Trump hevur lagt lítið í kanningarnar og hevur tvíhildið um, at hann fer at vinna.


Nógv bendir eisini á, at hann fær rætt, tí ikki bara hevur hann megnað at vinna North Carolina, Georgia, Ohio og Florida, ið vóru mettir at verða týdningarmiklir fyri at vinna, men heldur óvæntað hevur hann givið Hillary Clinton skarpan gang í fleiri statum, ið vóru mettir at vera tryggir hjá demokratiska forsetavalevninum.


Í løtuni vísir yvirlitið hjá CNN, at Donald Trump hevur vunnið 247 valumboð, meðan Hillary Clinton hevur 215 valumboð. 270 valumboð eru neyðug fyri at vinna.


Í løtuni bendir alt tó á, at Donald Trump vinnur Pennsylvania, Wisconsin, Michigan og Arizona, ið harvið geva honum ein meiriluta á 304 valumboð.


Hóast alt bendir á ein Trump-sigur, so noktar Hillary Clinton at geva skarvin yvir.


John Podesta, leiðarin fyri valstríðið hjá Hillary Clinton segði fyri løtu síðan við viðhaldsfólkini hjá Hillary Clinton, at demokratiska forsetavalevnið ongar ætlanir hevur um at geva skarvin yvir.


- Eg veit tit hava verið her leingi. Hetta hevur verið ein long nátt og eitt langt valstríð, men kunnu vit ikki bíða eina løtu aftrat? Vit telja enn atkvøðurnar og hvør einstaka atkvøða hevur eitt virði. Fleiri statir eru ov tættir at meta um, so vit fara ikki at siga nakað aftrat í kvøld, segði John Podesta.