Ingolf S. Olsen
.....
Løgfrøðiliga ber tað til at gera broytingar í norðurlendsku tvískattaavtaluni, og tað kann gerast upp á fleiri mátar.
Tað sigur Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðandi løgfrøðingur hjá Taks.
– Grønland kom ongantíð við í felags norðurlendsku tvískattaavtaluna, tí tey hildu tað verða ov dýrt fyri Grønland. Vit kunnu sjálvandi eisini bara fara burtur úr aftur felags norðurlendsku avtaluni og gera millumlanda avtalu við hvørt landið sær í staðin, sigur hann, men vísir á, at tað eisini finnast aðrir og minni víttgangandi mátar.
– Vit kunnu royna at sleppa at samráðast av nýggjum um onkrar ásetingar, ella gera seravtalur. Fordømi er um tað við sonevndu “Grænsegængende aftale”, sum Svøríki og Danmark gjørdu sínamillum í sambandi við arbeiðsmegina, sum hvønn dag ferðast millum Svøríki og Danmark um Oyrasund.
– Ein annar møguleiki er at royna at broyta linkingarháttin frá ekstemption til kreditt. Við ekstemption-háttinum geva vit skattingarrættin frá okkum, men við kredittháttinum kunnu vit fáa munin, um skatturin í landinum, har arbeitt verður, er lægri enn her, sigur Jákup Eyðfinn Kjærbo.
Hann er tó varin við at koma við ítøkiligum ráðum um, hvat hann heldur, at fíggjarmálaráðharrin skal fara eftir.
– Tað er ilt at siga, tí tað kann ganga báðar vegir. Tað sum er ein fyrimunur í dag, er ikki neyðturviliga eisini ein fyrimunur í morgin, staðfestir leiðandi løgfrøðingurin hjá Taks.