Í øðrum teirra tekur Dráttur ímóti TB. Her hevur Dráttur longu tryggjað sær bronsuheiðursmerkini, meðan TB verður liggjandi á sínum fimta plássi óansæð úrslitið. Tí vera ongar broytingar eftir henda dystin. Hin dysturin er ímillum Mjølnir og KÍF. Heldur ikki her kunnu nakrar broytingar henda. KÍF er á fjórða plássi, og har vera tær liggjandi. Hjá Mjølnir sær minni gott út. Tær liggja aftast í meistaradeildini hjá kvinnum, og seinni skulu tær spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti Fleyr.