Fiskivinna
Summarið kann mangan vera ein strævin tíð hjá virkjum og fyritøkum annars. Øll skulu vit hava eina summarfrí, og tá kann vera strævið hjá teimum, sum eftir eru.
Soleiðis er eisini á teimum virkjum, sum hava framleiðsluna gangandi alt árið. Tá ið nógv óroynd fólk loysa av, kann tað gerast strævið hjá teimum, ið eftir eru ? og eisini hjá leiðsluni, sum skal syrgja fyri, at alt gongur væl.
Øll frí í senn
Men summi virkir hava valt hina loysnina, sum er at leggja stilt nakrar vikur um summarið, so flest øll kunnu halda frí í senn.
Á Fiskavirking í Miðvági fara øll at halda summarfrí í viku 29, 30 og 31; tað er frá vikuni beint eftir vestanstevnu til nakrar dagar eftir ólavsøku. Byrjað verður aftur á virkinum, 5. august.
Albert Ellefsen, virkisleiðari, sigur, at soleiðis hava tey gjørt í tvey ár, og hetta hevur víst seg at rigga væl.
Vesturtúgvan
landaði mánadagin
Vesturtúgvan landaði annars í Miðvági mánadagin. Teir høvdu eini 50.000 pund av upsa og 30.000 pund av toski. Nakað var eisini av øðrum fiskasløgum.
Fiskavirking í Miðvági hevur eisini keypt fisk á uppboðssølu, soleiðis at nóg mikið av fiski hevur verið til allar dagarnar í vikuni.
Albert Ellefsen sigur, at minni fiskur er á marknaðinum í løtuni.
Hann heldur, at tíðin og veðurlagið hava spælt inn í seinastuni.
- Her hevur tó verið nóg mikið at gjørt hvønn dag; so vit skulu ikki klaga, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Miðvági.