Alt fær ein enda

Í døgurðatímanum í gjár læs kvívikingurin Ivar Iversen tíðindini í útvarpinum. Hann hevði eisini 40 ára starvsdag og fer nú frá

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Hann hevur brent eitt sindur hásu røddina so fast inn í tilvitskuna á føroyinginum, at hon er eins týðilig og røddin á okkara foreldrum. Fólk um miðjan aldur hava hoyrt hann so at siga hvønn dag í útvarpinum, alt tey kunnu minnast og Ívar er eins heimligur og húsfólk hjá nærum hvørjum mannsbarnið í Føroyum.

-Men alt fær jú ein enda og soleiðis er eisini hjá mær. At arbeiða í útvarpinum er vani og tað verður saknur hjá mær ikki at fara til arbeiðis. Eg við taka ein dag í senn og veit ikki rættuliga hvat eg skal fáa tíðina at ganga við, sigur Ívar Iversen.

Ívar Iversen er ættaður í Kvívík, men hevur búð meginpartin av ævini í Havn. Sum ungur fór hann til skips og tók útbúgving sum fjarritari. Hann sigldi sum fjarritari í fleiri ár.

Í útvarpinum hevur hann verið fastur upplesari og hann hevur eisini syrgt serstakliga fyri útlendskum tíðindum í mong ár.

Ívar er málvinur sum fáur, og hann hevur verið góður í ráðum hjá mongum tíðindamanni. Onki er at ivast í, at Ívar fer at fáa tíðina at ganga. Hann hevur stóran áhuga fyri samfelagnum og dámar væl at vera upp í seyðahaldi og tá menn røða um mentan annars. Ívar er eisini musikalskur og spælir urgu í kirkjum, tá boð eru eftir honum.