Alt farið rættvíst fram

Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð vísir aftur, at kommunan tilvitað velur danska fyritøku framum føroyska. – Alt er farið rættvíst fram, sigur Halla Samuelsen, forkvinna

Sambært forkvinnuni í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð fór alt rættvíst fram, tá uppskotini um nýggja eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond, vórðu viðgjørd.

Innkomin vóru fimm uppskot um at byggja eldradepilin, og tey fingu øll somu viðgerð.

- Vit fingu fimm uppskot inn, og tey vórðu so øll hongd upp og viðgjørd. Dómsnevndin visti ikki hvør átti hvat uppskot, meðan vit viðgjørdu uppskotini. Tey fingu hvør sítt nummar, og síðan gingu vit runt og hugdu eftir uppskotunum og góvu teimum stig, alt eftir hvussu góð vit mettu tey vera, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavanr býráð.


Øll somu viðgerð

Útfrá teimum krøvum, ið vórðu sett til nýggja eldradepilin, gav dómsnevndin innkomnu uppskotunum stig. Tey stigini vórðu givin útfrá millum annað hvat tilfar verður nýtt, um svimjihylur var við, parkeringsviðurskiftum og kostnaði.

- Vit ynsktu eisini at íbúðirnar skuldu venda út móti Nólsoyarfirði, og tað vóru ikki allar, ið gjørdu tað. Harafturat var okkurt uppskot í tveimum hæddum, og tá hugsaðu vit millum annað um starvsfólkini, vísir Halla Samuelsen á.

Tá uppskotini vóru liðugt viðgjørd, vórðu stigini tald saman, og tað uppskotið við flest stigum, gjørdist vinnarin.

- Tá kundu vit síðani lata brævbjálvan upp og finna útav, hvør átti besta uppskotið, og tað vísti seg so í hesum førinum at verða eitt danskt felag, nevnliga Arkitema. Sostatt hava øll uppskotini fingið somu viðgerð, og dómsnevndin valdi besta uppskotið burturúr mongdini á mest rættvísa hátt hugsandi, sigur Halla Samuelsen, ið er forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð.

Fimm milliónir krónur eru settar av komandi ár til at projektera eldradepilin, umframt at nevndin hevur samtykt eina fimm ára ætlan, har 38 milliónir verða settar av til økið næstu fimm árini.