Alt fleiri børn mugu hava hjálp til at læra at tosa

Fleiri smábørn hava málsligar trupulleikar í dag enn fyrr. Teimum vantar hugtøk, tey duga illa at orða setningar og fata tað sum verður sagt. Og ein høvuðsorsøk til hetta er, at foreldur geva sær ov lítlar stundir saman við børnum, sigur Doris Hansen, talulærari

Síðani 1980 hevur Doris Hansen arbeitt sum talulærari í Havn. Hesa tíðina hevur hon havt sína dagligu gongd úti á dagstovnum, har hon hevur givið børnum, ið hava trupulleikar við málinum og taluni frálæru. Áðrenn tað var hon á Skúlanum á Trøðni, har hon hevði børn í Havn til taluvenjingar.

Nú Havnin er vorðin so stór og so nógvir dagstovnar eru komnir, verður tað í framtíðini soleiðis, at børn við talu- og máltrupulleikum koma á Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina í talubólk eina ferð um vikuna í tveir tímar.

- Tað verður skilt millum mál og talu. Málið er tað tú hevur innan fyri, hugtøkini tú hevur, og talan er mátin, tú úttalar orðini. Talutrupulleikar er tí t.d. ikki at duga at siga s og r ordiligt, staman, ella tosa ígjøgnum nøsina. Rættiliga nógv børn hava trupulleikar av, at hoyrnin er minkað orsakað av áhaldandi millumoyrnabruna. Tá hesi, sum oftast vøggustovubørn, so fáa dren í oyrað batnar beinanvegin, sigur Doris Hansen.

Talutrupulleiki er ikki so vanligur í dag sum fyrr. Hinvegin er støðan øðrvísi viðvíkjandi málinum hjá børnum og tað ger seg galdandi alla staðni í vesturheiminum.

- Børnum vantar hugtøk, tey hava eitt einfalt mál, og tá ið tey koma í skúla, hava tey ilt við at skilja tað sum verður sagt, duga illa at sita still, og duga illa at lurta. Barnið hevur ikki fingið málið natúrliga og lært hugtøkini, sum komu av sær sjálvum fyri 10-20 árum síðani. Tað eru heilt nógv, sum ikki klára seg væl og tí mugu fáa eitt slag av hjálp.


Foreldur ov lítið saman við børnum

Doris Hansen metir, at ein orsøk til, at málið hjá børnum er verri í dag enn fyrr er, at foreldur ikki eru nóg nógv saman við børnum.

- Ein fortreyt fyri, at tey fáa eitt gott mál er at tey hoyra føroyskt. Fyrr varð nógv lisið fyri børnum, men í dag haldi eg minni verður gjørt av tí. Tað at sjónvarpið hevur sent tilfar til børn, sum ikki hevur føroyska talu, hevur havt stóra ávirkan á børnini, tí fleiri børn brúka enskar og svenskar vendingar, tá ið man spyr tey eitthvørt. Tí ráði eg altíð foreldrum til at hyggja at sjónvarpi saman við børnum, soleiðis at tey kunnu endurgeva fyri børnum. At brúka sjónvarpið sum daddu ávari eg ímóti. Sjónvarpið er einvegis samskifti og tað lærir barnið einki av, sigur Doris Hansen.

- Gerandisdagurin hjá børnum er rættiliga knívskorin og stressaður. Tað ger, at vit gera nógv fyri børnini, tí vit hava ikki tíð at bíða eftir teimum, lata tey í, geva teimum at eta, í staðin fyri at lata tey sjálv royna. Men tað er meðan tey lata seg í og fáa sær at eta, at tey fáa hugtøkini, sum eru knýtt at hesum.

- Ein onnur stór broyting farnu 10-20 árini er, at foreldur koyra so nógv í bili. Sjálvt ikki í vikuskiftinum geva foreldur sær stundir at ganga við børnunum. Tey seta seg í ein bil og fura av stað, til alt sum skal gerast. Barnið skal gera sær sínar royndir, læra nøkur ting, røra við ting, merkja at sumt er hart og sumt er bleytt, kanna hyljar, taka ymiskt upp, o.s.fr., men tað er tíð ikki til og tað er í grundini tankaloysi hjá foreldrunum, sigur Doris Hansen.


Tilboð til børn

Í dag hava børn nógv fleiri tilboð enn fyrr. Tað eru tilboð av alskyns slag, innan ítrótt, tónleik, evning, skótar ella hvat tað skal vera. Men Doris Hansen metir ikki, at loysnin er fleiri tilboð.

- Eg haldi, at børn hava ov nógv tilboð. Tey skulu eisini hava tíð at vera heima og hava tað stilt og friðarligt. Hví skal tað altíð henda okkurt, tá ið man hevur frí. Foreldur eiga at hugsa seg væl um og spyrja seg sjálv, hvat tað er tey bjóða børnunum. Tað er ikki sunt at renna runt til alt. Samstundis ganga foreldrini til alt møguligt. Summar familjur hava ongar máltíðir, har øll sita runt um borðið samstundis. Tað er ein spurningur um at velja. Eg royni ikki at geva foreldrum ringa samvitsku, eg veit, at tað eru foreldur, sum eru meiri úti enn onnur, men annað foreldrið má altíð vera hjá børnunum.

Hvussu eru taluvenjingarnar skipaðar?

- Eg spæli við børnini og taki eitt barn, sum hevur serligar trupulleikar í bólk saman við børnum, sum kanska ikki eru so illa fyri. Vit tekna, hava vendispøl, lesa eina bók og so spyrji eg tey ymiskt, sum tey so skulu svara aftur uppá. Tað skal vera so positivt sum møguligt, - eg finni fram til tað børnini eru góð til og byggi so á tað. Til dømis at tekna, spæla memory, blása sápubløðrur, hava lissikappingar. Í øllum hesum er tað galdandi, at barnið kemur í fyrstu røð, so kemur tann trupulleikin, sum skal rættast.

Hvussu kann barnagarðurin vera við til at geva barninum eitt betri málið?

- Starvsfólkini á stovninum eiga at hava børnini við í øllum, sum verður gjørt. Á tann hátt fáa tey hugtøkini við, sum verða brúkt í hvørjari støðu. Arbeiðir barnagarðurin ikki saman við foreldrunum um at geva barninum hugtøk, verður gloppið so øgiliga stórt. Tí eigur barnagarðurin at leggja seg eftir at gera nøkur ting, sum foreldrini annars gera heima, sigur Doris Hansen.

So yvirtekur barnagarðurin ein leiklut, sum foreldrini eiga? - Spurningurin er, um barnagarðurin bara er eitt ansingarstað. Barnagarðurin er fyrst og fremst eit pedagogiskt tilboð og pedagogikkurin skal leggjast tætt upp at tí, sum er vanligt í gerandisdegnum.

- Fyrr vóru børn í sambandi við nógv fleiri fólk í gerandisdegnum, ommur og abbar, fastrar og gubbar, o.s.f., og tí eigur barnagarðurin at traðka inn fyri øll tey. Tað er ikki so týdningarmikið, at barnagarðurin hevur so nógva leiku. Heldur eigur hann at fara í hagan, fjøruna, í heila tikið at ganga úti og tosa við tey um tað tey síggja.

- Regulin er, at jú meiri tú brúkar málið, jú betri verður tú til tað. Tað er somuleiðis ein góð regla, at vaksin lesa fyri børnum hvønn dag. Og tá skal útvarpið og sjónvarpið verða slókt og tú skalt veruliga hava tíð til at fara niður í søguna við barninum, tosa um myndirnar og tað sum hendir í bókini.


Børn broytt

Tað at eitt barn hevur málsligar trupulleikar og vantar hugtøk ger, at bindindini ikki eru nóg góð. Tá ið tað ikki verður tosað nóg nógv við barnið, verður tað heldur ikki vant við at duga at svara aftur og orða sínar setningar.

- 1. flokkarnir í dag eru ikki sum fyrr. Børnini eru meiri ófriðalig og duga ikki at taka ímóti boðum. Nógv børn duga heldur ikki at lata seg í. Tað er strævnari hjá lærarum at hava ein 1. flokk enn tað var fyrr. Hvar feilurin liggur, veit eg, men eg haldi, at man átti at farið at kannað, hvørji kor smábarnafamiljurnar liva í, sigur Doris Hansen.

Doris Hansen sigur, at vantandi samband millum foreldur og børn ikki er einasta orsøkin til, at børn hava eitt vánaligt og fábroytt mál. Nógvir aðrir faktorar spæla inn, eitt nú ættarbregði.


Lesitrupulleikar

Tað at børn hava málsligar trupulleikar kann ávirka tey restina av lívinum. At læra at lesa er eisini ein málslig tilgongd og hevur barnið ikki hugtøkini, vendingar og bendingar, sum skulu til, er trupult hjá tí at fáa nakað burtur úr tí tað lesur. Tí fær tað lesitrupulleikar.

Doris Hansen heldur ikki, at børn við talu- og máltrupulleikum verða happað í barnagarðinum. Men tá ið tey koma upp í eldru klassarnar í skúlanum verður gjógvin millum hesi og hini størri.

- Vandin í barnagarðinum kann vera, at børnini klovna og verða tey, sum hini leggja merki til av eini ella aðrari orsøk. Tey kunnu blíva illsint, tí tey ikki fáa tað fram tey vilja siga, og harvið koma út í nógvar konfliktir, sigur Doris Hansen at enda.