Alt fleiri búseta seg í Sørvági

- Tað eru nógvar orsøkir til hví fólk ynskja at búseta seg her.
- Eg trúgvi tó, at tey bíligu grundøkini hava stóran áhuga millum fólk, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági.

Tað slepst ikki undan at síggja tað: Tey nógvu grundøkini sum standa byggibúgvin í bygdini.
Sørvágs kommuna hevur tey seinastu árini gjørt alt fyri at kunna útvega fólki øki at byggja hús síni á.
Hetta er eitt arbeiði sum tekur sína tíð, men úrslitini tey koma, umenn neyðugt er at bíða eftir teimum nøkur ár.
Uppi í Hagagerði hevur kommunan staðið fyri eini útstykking av 16 grundøkjum, og eru tey øll farin. Nú stendur onnur útstykking fyri í sama umráði.
- Vit ætla at útvega lendi aftrat til eini 30, helst 40 øki aftrat. Eitt uppskot er gjørt til hetta, men enn er endalig støða ikki tikin til ætlanina, sigur Jákup Suni.
Í Sørvági búgva í dag nakað niðanfyri 1000 fólk. Men við gongdini í fólkavøkstrinum í landinum, og serliga í Vágum, er líkt til at fólkatalið bara fer at vaksa enn meiri komandi árini.
Fleiri teirra sum ynskja at seta búgv í Sørvági eru pør, har annar parturin er úr bygdini. Millum hini teljast nógv havnarfólk!
 
Gevur úrslit
Tølini frá Landsfólkayvirlitinum hava greitt talað um, hvussu fólkatalið er broytt í Føroyum.
Í Sandavági kunnu tey fegnast um at fleiri og fleiri vilja búseta seg har. Fólkatalið er alsamt vaksandi, og hetta hava tey í Sørvági sum vera man lagt merki til.
- Ja, hyggja vit eftir Sandavági, so síggja vit, hvussu neyðugt tað er at leggja ætlanir fyri framtíðina.
- Tey hava í fleiri ár arbeitt miðvíst fyri at útvega fólki grundøki. Og úrslitið síggja vit altso ídag, slær Jákup Suni fast.
Í Sandavági byrjaðu tey nevniliga fyri mongum árum síðani at keypa lendi til sethúsabygging. Í dag standa fleiri sethús í gerð, og fleiri umsóknir liggja inni til eina komandi útstykking har.
 
Útsýni og arbeiði
Jákup Suni sigur, at tað eru nógvar orsøkir til at fólk júst vilja búseta seg í hansara bygd.
Eitt er vakra útsýnið yvir Sørvágsfjørð og víðari út til Mykinesar. Men tað skal helst annað og meiri enn tað, fyri at fáa fólk at vilja búseta seg í eini bygd.
Ein høvuðsorsøk til henda áhugan er uttan iva tann bíligi kostnaðurin á grundøkjum. Teir hava altíð havt ein rímiligan prís – 100 kr. fyri fermeturin, og líkt er til at hetta tiltalar byggihugaðum fólki.
Ein onnur orsøk er helst eisini hon, at bygdin fyri stuttum fekk nýggjan og snotuligan barnagarð bygdan, eins og skúlin í bygdini er góður.
Og fyri at taka eina triðju orsøk við, sum í framtíðini fer at skapa størri trivna í bygdini, so verður vetrarfriðing sett í verk her frá komandi ári.
 
Vøkstur
Eingin bygd verður kortini bygd uttan at nøkur arbeiðspláss eru til alt fólkið. Og tann fyrimunin hevur Sørvágur, at her er væl av arbeiði.
Størsta arbeiðsplássið í Sørvági er uttan iva alt virksemið sum er á flogvøllinum og kring hann.
Í bygdini sjálvari eru eisini fleiri arbeiðspláss og fyritøkur, sum útvega arbeiði til nógvar hendur.
- Tað er eisini stuttligt at síggja, at fleiri av fyritøkunum standa í vøkstri. Hetta skuldi boða frá góðum, sigur Jákup Suni.