1970: Sex er eitt halgimenni her á landi, hóast vit liggja frammalaga millum Norðanlond við børnum fødd uttan fyri hjúnarlagið, verður sagt í greiní Bergmál:
Sosialurin skrivaði soleiðis 7. februar í 1970:
»Grannalond okkara eru klárt á odda innan pornografi og annars við sexi yvirhøvur, og um hesin táttur ikki hevur gjørt seg galdandi í sama mun her hjá okkum, er vert at taka hann til umhugsunsar.
Hvønn týdning kynslívið hevur í lívinum, er einum og hvørjum greitt, hóast vit alt annað enn rópa upp um tað, tí hetta er nakað dýrabart fyri tey flestu og skal helst handfarast varliga. Tað er bert við tey, ið sanda okkum nærmarst, at vit tora at tosa hart um sex, porno og annað tílikt – um vit yvirhøvur tosa við nakran
Einki dulsmál
Slikt ger, at tað er ein vissur vandi við at fara inn á eitt tílíkt evni, samstundis sum vit vita, at tað er eingin føroyingur, ið ikki hevur verið í song við tí øvugta kyninum, áðrenn viðkomandi bleiv giftur, ella sum ongantíð hevur tikið eitt pornoblað í hondina.
Harafturímóti vita vit, at pornobløðini verða lisin, og hjá nøkrum verða tey tikin fram um tann, ið onnur vilja kalla fyri »mentaðan« lesnað. Somuleiðis er tað nærmast óhugsandi, at fleiri siga seg nei takk til ein songarfelaga.
Tá ið pornobløðini verða lisin, er greitt, at tað eru nøkur, ið nøktast við hendan lesnað. Men pornobløðini eru ikki at síggja alment, ið hvussu er bert ein brøkpartur, og tí er tað ein vissur spenningur at fáa hendur á tey. Helst skal bíðast til eingin annar er inni í útsølubúðini, og ikki ger tað tað sama, hvør selur.
Enn einaferð: Alt ið er bannað er spennandi!
Pornografi er ikki lógarbannað, men tá ið fjøldin ikki góðtkeur slíkt, er hetta bannað á sín hátt.
Gamlir fordómar
Tá ið porbobløðini ikki kunna liggja saman við øðrum bløðum, er hetta fyrst og fremst gamlir foródmar, vit hava at dragast við. Sex er eitt annað halgimenni her á landi, hóast vit liggja frammalga millum Norðanlond við børnum fødd uttan fyri hjúnarlagið.
Tá ið nú pornolesnaður ger seg so nógv galdandi rundan um okkum, er sjálvandi væntandi, at hann eisini floymir inn her, og tí mugu vit bera tað so í bandi, at tílíkur lesnaður verður líka so nátúrligur, sum ein hvør annar, tí fyrst tá hava vit blakað okkara fórdómar yvir borð og kunnu rætta teimum, ið lesa slík bløð, eina frelsandi hond, so tey ikki nýtast at føla seg sum nakrir sálarliga brekaðir samfelagsborgarar.«
24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar