Alt innan koyrikort

Koyriskúlin Førarasetrið

Vit klára alt innan koyrikort til persón- og lastbilar, motorsúkklur, trailarar, og vinnuligt koyrikort til persónbil og buss. Eisini eru vit væl fyrireikaðir við frálærutilfari á  føroyskum, nú nýggja ferðslufrálæran um stutta tíð byrjar, siga Stanley Olsen og John Christiansen frá koyriskúlanum Førarasetrið.
 
Koyriskúlin liggur væl fyri í býnum í Jekaragøtu 10, millum Fragd & Fimi og Smyril Line. 
 
Koyriskúlin Førarasetrið varð settur á stovn í 2002 av Stanley Olsen og John Christiansen koyrilærarum við tí endamáli at klára allar uppgávur innan koyrikort til øll akfør.