Alt kann framvegis henda

Enn eru somu fimm liðini kandidatar til bæði finalupláss og aftasta pláss í Atlantic Airways-kappingini, so har er framvegis nerv í mestsum hvørjum dysti

Hondbóltur: At breið semja tykist vera um, at bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum í hondbólti skulu víðkast komandi kappingarár, merkir samstundis, at umleið helvtin av tí sera stóra spenninginum, sum hevur verið í Atlantic Airways-kappingini, er hørvin sum døgg fyri sól.
Frammanundan hevur tað verið ein spurningur um lív ella deyð hjá teimum fimm liðunum, sum liggja niðan fyri Neistan og berjast, tí tey øll hava verið bæði finalu- og niðurflytingarkandidatar. Nú er tað stórt sæð bara finaluplássið ímóti Neistanum, tey hava at spæla um hesi síðstu fýra umførini, ið eftir eru.

Púra opnir dystir
Tað er hinvegin ikki til at siga, hvørjum teir ymsu dystirnir enda við, tí sjálvt ikki Neistin sleppur undan tapum, samstundis sum hini fimm skiftast um at spenna bein fyri hvørtannað. Hesa ferð skal Neistin til Kollafjarðar, har tað fyrr í vetur endaði við, at KÍF vann – so alt kann henda.
Gamli klassikarin millum Kyndil og VÍF er eisini ein av dystunum, og har fæst so at síggja, um VÍF stormar víðari ímóti finaluni, ella um Kyndil skal gera ein vørr. Í triðja dystinum, sum er millum StÍF og H71, ræður ikki minst um hjá hoyvíkingum at vinna, skulu teir aftur hava kjans at koma í finaluna í ár.

Alt er avgjørt
Er eitt vet av spenningi eftir í manskappingini, so er púra einki eftir av tí slagnum í Sunset-kappingini, sum er uppaftur nærri endanum, tí har bara eru tvey umfør eftir. Stjørnan og Tjaldur eru í finaluni, Neistin vinnur bronsuna, og so er VB aftast – men tó helst við ongum niðurflytingarvanda hangandi yvir sær kortini.
Tey bæði fremstu liðini spæla bæði á heimavølli, men tó ímóti liðum, ið kunnu geva mótstøðu. Stjørnan og VÍF endurtaka steypafinaluna hjá kvinnum, samstundis sum Neistin aftur hesa ferð fer at vita, um tað ber til at kløkka annað av liðunum omanfyri – hesa ferð Tjaldur.
Í hinum endanum er so eisini dystur millum StÍF og VB, har strandakvinnur mugu roknast sum favorittar ímóti VB, ið neyvan kemur av aftasta plássinum.