Hondbóltsgalla
Tað er nú vorðin ein fastur siður, at hondbóltsárið skal endast við einari felags veitslu, har leikarar ov venjarar líka sum kunnu leggja alt aftur um bak.
Tey bæði fyrstu árini, sum hendan veitsla hevur verið hildin, hevur tað verið H71, sum hevur staðiði fyri tiltakinum, men í ár hildu hoyvíkingar, at okkurt av hinum feløgunum mátti taka sær av hesum.
Væl fyriskipað
Vestmenningar átóku sær so leiklutin, og sæð í ljósinum av kappingarárinum kundi talan neyvan verið um betri val.
Lat tað bara verða sagt beinanvegin. Talan var um eina veitslu, sum úr enda í annan var fram úr væl fyriskipað. Gestirnir vórðu boðin vælkomin við livandi tónleiki frá klaveri og violin. Høllin var uppsnollað til bæði borðhald og dans, og yvir høvur tóktist tilvildin ikki ráða á nøkrum øki yvirhøvur.
Annars tóktist tað eisini soleiðis, at fólk tóku væl undir við, at tað í ár vóru vestmenningar, sum skipaðu fyri. Onkur av røðarunum helt eisini, at tað kundi verið eitt gott hugskot, um gallakvøldið fór at ferðast millum feløgini, soleiðis at hesi ikki noyðast at taka eitt so ovur stórt tak á hvørjum ári. Røðararnir undir borðhaldinum vóru annars fleiri í tali, og taldust millum annað borgarstjórin í Vestmanna, formaðurin í HSF, forsetin í ÍSF og landssstýrismaðurin í mentamálum millum hesar, so sigast kann av røttum, at talan var um rættan hátíðardám í høllini.
Alt riggaði
Tá borðhaldið fór at nærkast endanum, var tíðin sjálvandi komin til kanska mest spennandi partin av gallakvøldinum. Ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast, og ein fyri og annar eftir vórðu hesi boðsend upp á pallin at taka ímóti steypi og klappum.
Niðanfyri verður úrslitið av atkvøðugreiðslunum prentað, men áðrenn vit lata hetta tala, skal viðmerkjast, at eins og restin av veitsluni, var sjálvur dansurin eisini væl fyriskipaður. All That Rain lat í einum jøvnum streymi tónarnar floyma út á dansigólvið, og tá náttarbussurin um seks tíðina kom eftir seinastu veitslugestunum, mundi tað neyvan vera nakar av luttakurunum, sum fór misnøgd/ur heim til hús.
Um tað verður VÍF ella okkurt annað felag, sum fara at átaka sær leiklutin sum fyriskipari um eitt ár, er enn ikki greitt, men undir øllum umstøðum man tað liggja rimmarfast, at gallaveitslan verður á skránni aftur komandi ár. Tiltakið er snøgt sagt ov væleydnað til at fara fyri bakka.
Ársins
Niðanfyri prentað vit trý tey fremstu innan ymsu bólkarnar, sum av einhvørjari orsøk vórðu vald til ársins av onkrum slag. Sponsorarnir innan ymsu bólkarnar eru viðmerktir.
Ársins leikari, - Atlantic Airways
kvinnur:
1 Sóleyð Mikkelsen, VÍF
2 Andrea Lütz, VB
3 Christina Holm, VB
menn
1 Ingi Olsen, VÍF
2 Halgir Dahl Olesen, H71
3 Costin Dumitrescu, StÍF
Ársins áleypari - Trygd
kvinnur
1 Andrea Lütz, VB
2 Ioana Rápa, VÍF
3 Katrin á Neystabø, Neistin
menn
1 Bjarni Wardum, Kyndil
2 Halgir Dahl Olesen, H71
3 Costin Dumitrescu, StÍF
Ársins verjuleikari ? Vest Pack
kvinnur
1 Jórun Ludvig, Kyndil
2 Christina Holm, VB
3 Sóley Mikkelsen, VÍF
menn
1 Sámal Joensen, VÍF
2 Marius Joensen, StÍF
3 Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil
Ársins málverji ? Pizza 67
kvinnur
1 Manuela Stan, VÍF
2 Helena Dam, Neistin
3 Guðrun á Lágabø, VB
menn
1 Jens á Skipagøtu, Kyndil
2 Óli Chr. Djurhuus, KÍF
3 Jóhan Danielsen, StÍF
Ársins stjørnuskot ? Kvívíkar Kommuna
kvinnur
1 Una Olsen, Stjørnan
2 Fríða Marjunardóttir, VÍF
3 Nicolina Eyðbjørnsdóttir, VÍF
menn
1 Heini Bendtsen, Kyndil
2 Marius Joensen, StÍF
3 Kristian Petursson, StÍF
Ársins venjari ? P/F Wenzel
kvinnur
1 Daniel Rápa, VÍF
2 Kristian Poulsen, Neistin
3 Egill Steintórsson, VB
menn
1 Durica Tomic, KÍF
2 Costin Dumitrescu, StÍF
3 Sophus Edvard Dal-Christiansen, Kyndil
Ársins toppskjútti ? Eysturoyar Heilsøla
1 Ioana Rápa, VÍF
2 Simona Dziugyte, Stjørnan
3 Regina Radó, VB
menn
1 Halgir Dahl Olesen, H71
2 Bjarni Wardum, Kyndil
3 Ingi Olsen, VÍF
Ársins dómarapar
1 Halmar Petersen og Kristian Johansen, Neistin
2 Poli Hansen og Justines Justinussen, StÍF
3 Petur S. Dahl og Bárður Brimvík, H71
Harumframt lat HSF eisini virðisløn til tey lið, sum árinum høvdu fingið lægsta talið av úøtvísingum. Tað sonevnda Fair-Play ? leikum fagurt -.steypið. Hjá kvinnunum varð tað VB, sum fekk hetta steypið, meðan StÍF fekk heiðurin hjá monnnunum.