Liss Hansen
? Ofta verður sagt, at tað er gott og neyðugt at gera tingini á ein demokratiskan hátt, men í veruleikanum verður hetta ikki gjørt. Tað átti at verið hildin - ein hoyring - fyri fólkini á staðnum, og øðrum áhugaðum, heldur Durita Brattaberg
? Landsmyndugleikarnir áttu at havt gjørt tað, tí at teir hava bundið seg til at gera tað, m. a. í tí norrøna millumlandasáttmálanum, og tí at tað er rætt, at fólkini á staðnum verða hoyrd. Tað eru tey, sum verða mest ávirkað av tí, sum verður gjørt í teirra nærumhvørvi, og tí mátti tað verið sjálvsagt at tosa við tey um málið, heldur Durita Brattaberg.
Sev átti at havt gjørt tað, tí at tá kundu teir havt spælt við opnum kortum og soleiðis kunnað fólk um, at teir fara at gera hetta, og at tað hevur nøkur árin. Tá kundi talan verið um ein uppbyggjandi dialog, ið møguliga fekk undirtøku millum fólkini á staðnum. SEV kundi soleiðis møguliga eisini havt spart seg sjálvt fyri tí mótstøðu, sum nú er ímóti útbyggingini.
Stór ávirkan
á umhvørvið
? Í staðin fyri at hava kunningarfundir um málið fyri almenninginum, har teir kundu havt sagt, at hetta er tað, vit ætla okkum at gera, og at tað fer at ávirka so ella so, hava teir hjá SEV næstan sagt, at tað ikki ávirkar nakað.
? Tað er ikki rætt, tí tað eru stórar ávirkanir av einari slíkari vatnorkuútbygging. Alt livandi, sum hevur síni livistøð í økinum á landi, og fiskur, sum í øldir hevur ferðast niðan í áirnar at gýta, verður nógv ávirkað. Til dømis kemur seyðurin á leiðini við Funningsfjørð at hava langa og tunga leið at fara at fáa sær vatn. Tað kemur helst ikki at vera nakar seyður niðan fyri vatninntøkini í áunum har á leiðini, eftir at vatnið er leitt burtur haðani.
Vilja ikki missa
av margfaldinum
Uppaftur eitt annað, sum er vert at nevna úr hesum sáttmálanum, er greinin um lívfrøðiligt margfeldi (biodiversitets-konventiónin). Hornasteinurin í tí er m.a. at margfaldið av ymisku livandi verunum (djórum, plantum) ikki má minka.
Eisini greinin ?Metan av ávirkan á umhvørvið? sigur, at um ivamál eru um nakað, eigur tað at koma náttúruni til góðar. Tað vil eisini siga, at um ikki nóg umfatandi kanningar eru gjørdar, ella um okkurt serligt plantu- ella djóraslag er í økinum, skal ein møgulig útbygging ikki fara fram.
Ein planta er mist
Hetta er kortini hent við Eiðisvatn, tí har var ein planta funnin, sum er heilt serlig. Orsakað av, at Eiðisvatn nú er blivið so nógv størri, er hendan plantan møguliga útruddað, tí hon í dag liggur undir í vatni.
? Tað kann vera, at tað eru onnur eintøk av henni onkustaðni rundanum byrgingina, men tað vita vit ikki við vissu, tí tað er ikki kannað! Um so er, at tað ikki eru onnur eintøk av hesi plantuni har á leið, er hon kanska mist fyri alla eftirtíð, vísir Durita Brattaberg á.
Broyta náttúruna
? Møguleiki er eisini fyri, at tað eru onnur rár eindømi í onkrari av teimum áunum, sum SEV er í ferð við at taka inn eftir Funningsfirði, tað vita vit heldur ikki, tí tað ikki er kannað! Vit vita eisini, at tað fer at ávirka fjørðin, men vit vita heldur ikki við vissu hvussu, og tað er skeivt fyri náttúruna og fyri okkara eftirkomarar. Vit eiga at hugsa um at vit hava náttúruna til láns frá okkara eftirkomarum.
Nógvar kanningar eru gjørdar av vatnorkuútbyggingum í øðrum londum, og tær vísa allar, at tað ávirkar umhvørvið í heilt stóran mun. Í hesum førinum fer tað at ávirkað serliga nógv, tí her vera tunnlar gjørdir upp í áirnar, og tá er ikki serliga stórur møguleiki fyri at fiskurin sleppur niðan at gýta, fyri ikki at tala um at sleppa omanaftur, og út á sjógv!
Óhildnar treytir
Tá tosað verur um Eiði-1, hevur Sev tó fingið ?Laboratorium for ferskvannsøkologi og innlandsfiske? í Oslo at gera eina kanning av sílastovninum í Eiðisvatni. Hetta var í 1987, og í frágreiðingini verður millum annað greitt frá, hvørji møgulig árin vatnorkuútbyggingin á Eiði í 1986 kann hava fyri sílastovnin og føðidjórini hjá sílastovninum í framtíðini.
Frágreiðingin gevur m.a. góð ráð um, hvat kann gerast, fyri at bøta um gýtiøkini hjá sílunum í áunum, sum renna til Eiðisvatn. Rátt verður til, at fleiri kanningar verða gjørdar seinni fyri at fylgja gongdini.
Durita Brattaberg sigur, at vit í dag vita, at hetta ikki er gjørt, og tað sær ikki út til, at nakar krevur at tað verður gjørt. Hon sigur, at myndugleikarnir hava misrøkt sína uppgávu, og SEV hevur ikki uppfylgt treytirnar, settar vórðu, tá farast skuldi undir at byggja byrgingina.
Ikki ov seint enn
? Nú siga summi kanska, at hetta er eitt gamalt mál, og at nú er ov seint at gera nakað við tað, men eg haldi at tað er neyðugt at tala at, tí eg veit, at máttloysi er eitt nógv verri alternativ. Her er gjørd ein »fadesa«, og tað er betri at royna at fáa hana viðgjørda og rættaða, enn bara at tiga. Hvat við næstu ferð, Sev vil byggja út, skal tað sama kanska henda umaftur? Hvar verður tað tá? Spyr Durita Brattaberg.
?Tá eg hugsi um SEV-málið, renna mær í hug orðini hjá Albert Einstein um, at tað ikki ber til at loysa trupulleikar við somu tankum, sum teimum, brúktir vórðu, tá teir vórðu skaptir.
? Og góðtaka landsmyndugleikarnir at SEV ikki skal søkja landsstýrið eftir, hvat teir kunnu gera, tí at ein lóg frá 1800-talinum loyvir teimum tað? - endar Durita við at spyrja.