Alt meðan Bjørnin svevur...

At tað er skjótt at bróta nið­ur tað, sum hevur tikið drúgva tíð at byggja upp er Kring­varp Før­oya eitt gott dømi um.

Í nógv ár var Útvarp Før­oya okkara størsti ment­an­ar­stovn­ur. Sjónvarp Føroya elti væl í so máta, men eftir at stovn­ar­nir vórðu lagdir sam­an – og nýggir kustar fóru at eks­per­i­ment­era við at blanda saman privat-fíggj­ar­lig á­hug­a­mál og pub­lic ser­vice upp­gáv­ur­ hjá stovn­i­num, hev­u­r gingið av skrið­uni.

Eksperimentið hjá leiðslu, stýri og Mentamálaráð er eitt gott dømi um, hvussu tú kanst knúsa og sorla sundur ein há­mettan stovn.

Meðan tey, ið vilja Kring­varp­i­num til lívs kunnu gnýggja hendur – so kunnu vit onn­ur bara stað­festa, at tað er ein óbótaliga kata­stro­f­a, sum fer fram.

Tað eru nógv fólk í Kring­varp­i­num, sum bæði og duga væl og vilja stovn­inum alt tað besta. Men tey, ið stýra, ið eru størsta hóttanin ímóti stovn­i­num, tí tey sorla sundur stovn­in við sína.

Stýrið ger als einki fyri at steðga leiðsluni í soleiðis at koyra stovn­in út á skráplanin. Og Ment­­a­mála­ráð­ið og ment­a­mál­a­ráð­harr­in gera slett einki, og løg­ting­ið ger heldur einki.
Soleiðis hava vit eitt stýri, sum við »arms­longd­ar­prin­sipp­i­num« stýr­ir á onkr­an hátt leyst frá lands­stýr­is­mann­i­num, men sum full­kom­i­liga hevur misskilt sína upp­gávu – ella sum í besta føri als ikki er sína uppgávu vaks­ið

Fyri at siga tað stutt, so er einki skil á, hvørki leiðslu ella stýri. Farið verður fram eftir fumm­um. Katastrofan er nú al­kunnug, men enn ganga fólk bara og skylda upp á hvønn annan.

Brúkarin kann nú av røtt­um spyrja, hví hann skal tving­ast til at gjalda 3.625 krón­ur um ár­ið til hend­an stovn­in, sum nið­ur­brýt­ur seg sjálv­an.

Og alt meðan Bjørnin ligg­ur og svevur uppi í Ment­a­mál­a­ráð­num, lækkar tignin hjá Kring­varpi Føroya.

At tað verður trupult at bjarga einum stovni, sum fyrr hevði fólksins tokka og virðing, fær lands­stýr­is­mað­ur­in at sanna, tá hann eina­ferð vakn­ar – og tað klárnar fyri eyg­um og oyr­um.