- Altíð okkurt at gera

Praktikanturin, Kristianna Kruse í Kollsbyrgi úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka er í starvsvenjing í løtuni. Hon starvast í eini hárfríðkanarstovu í miðbýnum í Havn.

Vit møttu Kristionnu í SunSet í SMS. Fyrst bíløgdu vit okkum okkurt at eta, og settust síðani niður at práta um starvsvenjingina í hárfríðkanarstovuni Hjá Madonnu.
Kristionnu dámar væl at arbeiða hjá Madonnu. Starvsfólkini eru blíð og tóku væl ímóti henni, tá hon heldur smæðin kom til arbeiðis fyrsta dagin.
- Tað var eitt sindur pínligt í byrjanini, men starvsfólkini bóru yvir við mær, sigur hon, og rodnar um báðar kjálkarnar.

Hvat er at gera hjá einum praktikanti á eini hárfríðkanarstovu?

- Tað er næstan altíð okkurt at gera. Sum oftast vaski eg hárinum á kundunum, sópi gólvið, vaski íløt, føni og slætti hárið á kundunum, tá tað er klipt.
- So ger eg eisini kaffi, sum eg ikki dugdi áðrenn eg fór í starvsvenjing, sigur hon, og sær eitt sindur errin út.

Hevði tú kunnað sæð hetta, sum títt framtíðar yrki?

- Nei, tað er ikki akkurát eg. Eg vil heldur verða t.d. sálarfrøðingur ella okkurt tílíkt, ið hjálpir fólki við sálarligum trupulleikum.
- Tað arbeiðið meti eg vera eitt sera áhugavert og spennandi arbeiði, sigur Kristianna.
Tá vit vóru lidnar at eta fylgdu vit Kristionnu oman aftur til Madonnu og tóku eitt bílæt av henni í action.