Alt orðaskifti at síggja í sjónvarpinum

Nú verður gjørligt at fylgja øllum orðaskiftinum í tinginum beinleiðis.

Mentamálaráðið og Føroya Tele samstarva nú um eina skipan, sum ger, at alt orðaskiftið í Løgtinginum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Frammanundan hevur orðaskiftið verið at sæð inntil sjónvarpssendingarnar hjá Kringvarpinum byrja, men nú fer at bera til at fylgja øllum orðaskiftinum. 

 

Fyrstu tíðina verður orðaskiftið sent á Rás 1 hjá Televarpinum, men seinni verður orðaskiftið sent á rásini hjá Kringvarpinum, til Kringvarpið  byrjar at senda. Tá koma eini boð á skýggjan, ið siga, at orðaskiftið í Løgtinginum heldur fram á Rás 1 hjá Televarpinum.