Kvinnuhondbóltur
Skuldi tað hent seg, at landskappingin háttar seg so, at VÍF eftir seinasta leikdag bert er nøkur mál frá at endurvinna FM, so er lítið at ivast í, at tankarnir fara at leita aftur til dystin móti Neitanum sunnudagin.
Klassamunur
Tað er nenliga einki at at ivast í, at VÍF var so ruddiliga við yvirlutan allan dystin. Hálvleiksstøðan boðar frá eini nærum óhoyrdari leikligari yvirvág, og munurin í málum avspeglaði so dyggiliga klassamunin, sum var millum liðini.
Tað er einki dulsmál, at Neistin í ár als ikki hevur havt somu styrki, sum tær vanliga hava havt, og tá talan so eisini var um ein somikið ringan dag, sum tað var sunnudagin, so er mest sum einki at gera. Snøgt sagt, so riggaði hvørki eitt ella annað hjá Neistanum. Skeivar sendingar í hópatali, lág leikferð og illa plaserað skot settu dagsskránna, og tá so er, er meira enn trupult at fáa nakað burtur úr móti FÍF.
Heimaliðið tóktist hinvegin at trívast heilt væl. Mongu mistøkini hjá Neistanum førdu við sær, at møguleiki beyðst fyri hópin av mótálopum, og í allar flestu førum kastaðu hesi eisini mál av sær.
Hvussu dagurin var hjá liðunum báðum varð kanska best undirstrikað í seinasta minuttinum av dystinum. Fyrst átti Neistin brotskast, sum varð misnýtt, og tá VÍF í seinasta sekundinum vann sær tríggja-metur kast, sendi Jacklin hetta upp um múrin og í meskarnar.
Kann kosta
Í seinna hálvleiki var líkt til, at VÍF skuldi halda áfram við avbukingini. Eftir tíggju minuttum var støðan 18-6, men so fór ferðin á spælinum niðureftir.
Ein partur av frágreiðingini var ivaleyst tann mentali, soleiðis at VÍF ikki longur tímdi at ómaka sær fyri at gera sigurin so stóran sum gjørligt, men sum nevnt omanfyri, so kann hetta tó vísa seg at gerast kostnaðarmikið.
Enn hevur VÍF í øllum førum teoretiskan møguleik at vinna VB aftur. Til hetta krevst, at VÍF vinnur allar sínar dystir, umframt at VB ? um VÍF vinnur innanhýsis dystin teirra millum ? eisini skal tapa ein anna dyst. Hendir hetta, so eru VÍF og VB ájøvn í stigum, og tá kann tað gerast dýrt, um sigrarnir ikki gerast nóg stórur, tá møguleiki býðst.
Ein slíkan møguleika hevði VÍF sunnudagin, men hesin varð so ikki gagnnýttur í nóg stóran mun.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 25-17 (14-4)
Málskjúttar:
VÍF: Jacklin Durhuus 7, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 6, Sóley Mikkelsen 4(1), Alis Høghamar 3, Nicoleta Radu 3(1), Sára Jógvansdóttir 1, Eyðritt Andreasen 1
Neistin: Simona Dziugyte 6(3), Jórun Ludvig 3, Ata Høgnadóttir 2, Súna Mørk 2(1), Ása á Neystabø 1, Mildrið Jacobsen 1, Anna Clementsen 1, Susan Brockie 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 2, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Dysturi tók bert 75 minuttir at avgreiða, og tað sigur helst tað mesta um, hvussu lítið dómaranrir høvdu at gera.