Alt ov lítil av styrkisvenjing

Leiðarin á venjingarmiðstøðini, Fragd og Fimi, í Havn heldur ikki, at føroysk ítróttafólk sum heild gera nóg nógv við styrkisvenjing. Hon er eisini sannførd um, at nógvir fyrimunir eru at vinna, um reglulig styrkisvenjing er ein partur av venjingini hjá hesum

 

Styrkisvenjing


Tað verður javnan ført fram, at føroyskir ítróttaíðkarar eru alt ov illa fyri kropsliga, tá vit taka lut í altjóða kappingum.

Ikki minst hevur hetta verið ført fram, nú hondbóltslandsliðini hava verið í altjóða eldinum, men eisini innan aðrar ítróttagreinar verður hetta ofta ført fram sum størsta forðing okkara.

Spurningurin er so, um hetta ikki er eitt øki, sum í mong ár hevur ligið á láni hjá íðkarunum. Kropsliga styrkin er sum so einasta eginleikin, har vit onga umbering hava, fyri ikki at vera nóg væl fyri. At talentið ikki er til staðar í eins stórum nøgdum, sum í londunum kring okkum, er ikki so nógv at gera við, men júst viðvíkjandi styrkisvenjingini er sum so eingin umebering. Hetta er eitt øki, har tað bert er ein spurningur um venjing, og líkt er til, at alt ov lítið verður gjørt við hendan partin.


Fá ítróttafólk

Størsta venjingarmiðstøð í landinum er uttan iva Fragd og Fimi í Havn, og dagligi leiðarin, Jana Eidesgaard Thomsen, er eisini púra samd í, at ov lítið verður gjørt við hendan partin.

- Tað eru rættiliga fá ítróttafólk úr t.d. hond- og fótbóltsfeløgum, sum eru her niðri og venja. Meginparturin av kundunum eru heldur tað, sum vit kunnu kalla motiónsíðkarar. Altso fólk, sum eru her, tí teimum dámar at røra seg eitt sindur, og ikki sum liður í eini miðvísari styrkisvenjing til komandi kappingar.

- Akkurát hesa tíðina av árinum eru tó nóg so nógv, sum venja regulera styrkisvenjing, men hetta kemst av, at kappróðrarfólkini gera nógv við hendan partin av venjingini.


Hvat er neyðugt

Spurd, um hetta ikki eisini kann komast av, at eitt nú hond- og fótbóltsleikarar eru moyrir, tá tey hava lagt eitt drúgt kappingarár aftur um seg, sigur Jana, at sjálvandi kunnu tey tá vera troytt. Hon leggur tó samstundis dent á, at styrkisvenjingarnar, sum liggja í steðginum millum kappingarárini ikki nýtast at vera so nógvar í tali, sum venjingarnar í kappingarárinum.

- Tað er nóg mikið við einum trimum til fýra venjingum meðan kappingin liggur still, til at íðka eina veruliga miðvísa styrkisvenjing, sigur Jana.

Hetta kann tykjast nógv hjá íðkarum, sum kanska hava sama tal av venjingum í kappingarárinum, men minnast skal tó til, at styrkisvenjingin ikki er eins bundin og vanliga venjingin saman við liðfeløgunum. Venjingartíðirnar kunnu tillagast, so tær á bestan hátt sampakka við arbeiði og privatlív, og harumframt eru heldur ikki dystir, sum tyngja um skránna, meðan kappingin liggur still.

Umframt hetta vísur Jana eisini á, at fyri at fáa sum mest av nyttu burtur úr styrkisvenjingini, er eisini neyðugt, at nakað verður vant meðan kappingin stendur við. Einar tvær ferðir um vikuna heldur hon vera hóskandi til hetta.


Nógvir fyrimunir

Umframt, at kropsligur veikleiki aloftast er ein bági, tá kappast verður í altjóða høpi, so vísir Jana eisini á, at talan er um fleiri aðrar fyrimunir við styrkisvenjing.

- Tá farið verður undir vanligu venjingina, eru íðkarar sjálvandi betri fyri, og tí verður vandin fyri skaðum væl minni. Ikki minst tí vøddar og liðbond tá eru von við at arbeiða hart. Í hesum sambandi kann eg vísa á, at seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at fólk, sum ætla sær á skíferiu, koma at venja her, áðrenn farið verður avstað.

- At standa á skí er ógvuliga hart fyri liðbondini í knøunum, og eru liðbondini ikki von við at verða toygd, er skjótt, at skaðið kann standast av hesum.

- Tað er sum so tað sama, sum er galdandi við øðrum ítróttafólki. Fótbóltsspælarar hava eitt nú ótrúliga ofta skaða í lærkrikarnum (lúskuni). Hetta kemst aloftast av, at síðuvøddarnir í lærinum ikki eru nóg sterkir. Fremri og aftari lærvøddin er hinvegin sera væl fyri, men til tess at minka um vanda fyri skaðum, ræður um at skapa eina javnvág í kroppinum.


Ymsar skráir

At skírennarar skulu styrkja knøðini, fótbóltsleikarar lærsíðurnar og aðrir íðkarar okkurt triðja slag av vøddum, ger sjálvandi eisini, at tað eru ymsar venjingar, sum ymsu ítróttafólkini hava tørv á.

Hetta er Jana eisini fullgreið um, og hon vísur eisini á, at hon ofta hjálpir til, tá serstakar skráir skulu leggjast.

- Tað er, sum tú sigur, ymiskt, hvønn tørv ymsu ítróttafólkini hava, og tað finnast eisini hópatals venjingarskráir, sum eru skræddaraseymaðar til ymsu greinarnar. Eisini er talan um ymsar skráir, alt eftir nær á árinum talan er um, soleiðis at eitt nú rógvarar venja øðrvísi, um talan er um tungu várvenjingina, ella um tað meira løttu heystvenjingina.


Sjónlig úrslit

Tá vit soleiðis hava tikið saman um, hvat er neyðugt, fyri at ein verulig styrkisvenjing skal fremjast, er sjálvandi eisini nærliggjandi at spyrja, hvørja nyttu íðkarin fær av hesum, tá veruliga stendur á. Tá kappingar eru í heimligum og altjóða høpi.

Til hetta sigur Jana, at tað sjálvandi kann vera torført at máta, akkurát hvørja nyttu tey íðkandi fáa úr hesum, men at tað hjálpir, er hon ikki í iva um.

Omanfyri hava vit nevnt, at kappróðrarfólk gera nógv við hendan partin av venjingini, og í hesum sambandi hevur Jana serliga hug at vísa á tveir bátar.

- Kvinnurnar á Jarnbardi og menninir á Argjabátinum hava talst millum støðugastu manningarnar her niðri, og úrslitini hjá teimum tala nokk eisini fyri seg, sigur Jana við einum smíli. Hon leggur tó afturat, at tað nokk ikki bert er styrkisvenjingin, sum hevur skapt úrslitini hjá hesum, men at hetta er ein partur, er hon ikki í iva um.

Sostatt er helst nakað um tosið, tí júst hesar báðar bátsmanningarnar hava helst veri tær mest støðugu seinnu árini. Tær á Jarnbardi fingu eisini sera gott úrslit, tá tær fyri knøppum ári síðani vóru á Scilly-oyggjunum, og í hesa ferð sleppa teir á Argjabátinum at royna seg í heimsmeistarakappingini.