Alt ov stutt tíð til broytingar í 2018

Fiskivinnan hevur nú bíðað eftir einari nýskipan í nógv ár, men nú er skotbráðið ov stutt, heldur Reiðarafelagið

Einaferð var lógin um vinnuligan fiskiskap longd, men so skuldi hon eisini vera klár í góðari tíð undan 1.januar 2018. Men lítið og onki er hent, og nú er ov stutt til skiftisdagin, sum er settur til 1.januar 2018, heldur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.

- Tað ber als ikki til nú at fara at samtykkja eina nýggja lóg, sum hevur álvarsligar broytingar við sær. Og so halda, at tað fer at bera til at seta hana í gildi 1.januar 2018, sigur Anfinn Olsen við Sosialin.

- Vit hava bíðað leingi. Eg veit, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur verið klárur við einum uppskoti, men semja er ikki innanhýsis í samgonguflokkunum, hvussu lógin skal vera, sigur hann.

Formaðurin í Reiðarafelagnum er rættuliga avgjørdur, tá ið hann vísir á, at tíðin er gingin undan. Vinnan eigur at hava nøkur ár at fyrireika seg, ætlar politiska skipanin at gera broytingar í lógini.

-Nú er tíðin til ein slík lóg fer at koma í gildi gingin undan. Vit halda ikki, at politiska skipanin á nakran hátt kann gera álvarsligar broytingar í lógini, nú bert góð tvey ár eru eftir til lógin fær virknað, sigur Anfinn Olsen.