Altíð persónligt og ymiskt

? Etiskt má sigast, at avgerðin í hvørjum einstøkum føri má vera persónlig og ymisk, sigur Rólant í Skorini

Í samband við greinina um cystiska fibrosu, viðgerð og frísku tvíburðarnar, hava vit vent okkum til formannin í siðsemisnevndina, Rólant í Skorini, eftir eini viðmerking.

Hann leggur dent á, at hann kann ikki úttala seg sum formaður í nevndini, men bert sum einstaklingur.

Eisini viðmerkir hann, at uppgávan hjá siðsemisnevndini bert er at játta ella nokta ávísar granskingarætlanir.

? Vit eiga at gera okkum greitt, at eggjaskiljing í sær sjálvum kann nýtast sum rasuskilnaður og rasureinføri. Tað er alneyðugt, at vit varnast vandarnar, tí tess meira vit eru varug við teir, tess betur kunnu vit meta um, nær loyvi kann gevast og betur eru vit før fyri at gera reglur, sigur Rólant í Skorini.

? Umráðandi er, at vit finna fram til tær treytir, sum skulu lúkast hjá hjúnum og fostrum, fyri at viðgera ella fremja fráskiljing av eggum.

? Eg sjálvur, og so vítt eg veit øll í nevndini, eru ímóti viðgerð, sum ber brá av rasureinsing, sigur Rólant í Skorini.

Spurningurin er so, hvørjar reglur skulu vera fyri viðgerð og skiljing av eggum.

? Í løtuni meti eg, at viðgerð bert kann lovast í »etiskari neyðstøðu«. T.v.s., tá mett verður, at hin einstaki, fostur ella mamma, eru í slíkari neyð, ella fer at koma í slíka neyð, at lívið verður ótolandi, um einki verður gjørt, metir Rólant í Skorini.

Hann heldur, at eisini má hugast um, hvussu vit vísa mannalívinum, bæði frískum og sjúkum, størst virðing.

? Tá verður spurningurin: hjálpa vit fostrinum, í hesum førinum egginum, best við at royna at bøta um lívsdygdina - ella møguliga stytta um pínuna, sigur Rólant í Skorini.

? Foreldur og læknar mugu meta um,hvat tað, ið vit rópa kvalitativt góða lívið, er. Eisini má sjálvsavgerðarrætturin hjá foreldrunum virðast. Hvørki samfelag, politikarar ella granskarar kunnu nakrantíð fáa loyvi at avgera fyri ella mótvegis foreldrum, hvør rætta viðgerðin er. Foreldur mugu, við hollari vegleiðing og stuðuli, hjálpast til sjálvi at meta um, hvat lív egg ella fostur fer at megna at bera. Og hvat tey sjálvi fara at megna at bera, sigur Rólant í Skorini.

? Etiskt má sigast, at avgerðin í hvørjum einstøkum føri má vera persónlig og ymisk, Tað eigur ongantíð at bera til hjá politikarum ella granskarum at seta lista upp yvir, hvørji genetisk brek skulu fáa viðgerð ella skulu fyribeinast. Ella hvørji skulu fáa loyvi at yvirliva. Slíkur listi, meti eg, hevði verið at mett, sum rasureinsing, sigur Rólant í Skorini.

? Vit mugu sum grundreglu hava, at alt mannalív má javnmetast, soleiðis, at ein við breki - hvussu álvarsligt tað so fyri okkum sær út at vera - kennir seg líka vælkomnan, sum einhvør annar í samfelagnum.

? Tí meti eg, at møguligt tilboð ella loyvi um genetiska viðgerð bert kann játtast, um bæði læknar og foreldur eru samd um, at annaðhvørt fostrið ella mamman er í slíkari neyðstøðu, at neyðugt er við viðgerð, metir Rólant í Skorini.

? Sjálvur meti eg, at t.d. øll børn við cystiskari fibrosu ella mongolismu, bæði eru og eiga at vera eins væl komin, og øll onnur, leggur Rólant í Skorini dent á.