Gunnar Dahl-Olsen kom á mál í somu tíð sum 17 aðrir súkklarar, 19 sekund aftan á Andres Laug og Rógva Johansen. Gunnar bleiv skrivaður sum nummar seks, meðan Bogi Kristiansen og Sverri Mohr Edvinsson, sum fingu somu tíð sum Gunnar (3.04.36), fóru um strikuna sum ávikavist nummar sjey og ellivu. Fimti føroyski súkklarin Jóhann Brend bleiv nummar 33 við tíðini 3.12.43.
? Vit høvdu kvøldið fyri tosað nógv um, hvussu vit skuldu leggja tað til rættis, og alt riggaði sum tað skuldi í dag. Hvørja ferð Bogi, Rógvi ella eg fór avstað, lótu hinir báðir aftur fyri hinum aftanfyri. Tað riggaði alt ótrúliga væl, segði ein sera fegin Gunnar Dahl-Olsen týsdagin.
? Tá tann fyrsti hjá Saaremaa fór frá okkum miðskeiðis í kappingini, fingu vit hann rættiliga skjótt aftur, tí eingin trúði uppá, at hann fór at klára tað einsamallur, tí rutan var so sløtt, segði Gunnar og vísti á, at ein ikki kann halda so leingi til at koyra einsamallur í vindinum, sum var týsdagin, og at tað bert ráddi um at halda høvdið kalt.
? Tá eini 20 kilometrar vóru eftir, royndi Rógvi at slíta seg leysan, og vit róptu á hann um at fara, tí hann hevur nevniliga kreftirnar til at fara einsamallur, sum Sa-aremaa-maðurin ikki hevur. Tá Rógvi fór, komu nakrir upp til hann, og eg og Bogi hongdu okkum upp í teir, so Rógvi bleiv ikki einsamallur, men arbeiddi saman við okkum báðum.
Taktikkurin hjá føroyska liðnum var at fylgjast so langt sum møguligt, og tað eydnaðist.
? Tað riggaði fínt burtursæð frá, at vit mistu Jóhann Brend burtur. Vit hjálptu væl hvørjumøðrum - tá síðuvindur var, lógu vit nokkso pent á »rad og række« og koyrdu sum heilt ótrúliga væl fyri hvønnannan, segði Gunnar, sum var sjúkur av influensu og tí koyrdi í ullintari undirtroyggju.
? Eg hevði tað ikki so gott í gjár (mánadagin), men eg hevði kreftir allíkavæl. Men eg royndi at brúka høvdið eitt sindur meir í staðin fyri kreftirnar, segði næstfremsti súkklarin hjá føroyingum týsdagin.
Annars var vert at leggja til merkis, at Andrew Roach, sum saman við Laug var í einum flokki fyri seg á Jersey, og sum er fulltíðar professionellur súkklari, bert bleiv nummar 14 hesaferð. Hann var ein av teimum, sum komu á mál 19 sekund eftir Andres Laug og Rógva.