Alt siglur í skúlanum í Vestmanna

– Vit hava starvsfólk, sum hava brúk fyri einum bjargingarvesti og heita tí á tykkum um at hjálpa, siga lærarar í Vestmanna

Alt siglur á skúlanum í Vestmanna. Okkum tørvar eina bjargingarlínu og skipara á brúnni. Soleiðis taka lærarar í Vestmanna til í einum brævi, tey nú hava sent Mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrinum, Skúlastýrinum í Vestmanna og Lærarafelagnum.

 

Tað eru einir 26 lærarar á skúlanum og av teimum hava teir 18, ella ein stórur meiriluti, skrivað undir brævið, sum ein av teimum kallar bæði eina klagu og eitt neyðarróp. Tað, sum lærararnir eru so ónøgdir við, er skúlastjóran, sum hevur ein arbeiðshátt, sum tey ikki vilja góðtaka.

 

Tey siga, at lærararnir verða hvørki spurdir ella hoyrdir um siðvenjurnar á skúlanum. Spurningar til skúlastjóran verða ikki svaraðir. Verða spurningar settir á lærarastevnuni, verða teir ikki svaraðir har, men privat til spyrjaran - ella slett ikki, siga lærararnir.

 

Tey vísa eisini á, at skúlastjórin tekur mest sum ikki lut í tiltøkum á skúlanum, hvørki í samband við framløgur, vitjanir, føroyskan dans, føstulávint, konsertir ella sjónleik. Teir næmingar, ið fara úr skúlanum, hava sett orð á, at teir kenna ikki persónin, sum skal handa teimum prógvið, siga lærararnir.

 

Morgunsangurin, sum er ein partur av fólkaskúlalógini, er mest sum dottin niðurfyri. Tað plaga at vera eitt savnandi tiltak, har næmingarnir eisini fáa felags boð. Men nú er morgunsangurin ofta avlýstur, og tá ið hann er, verður hann ofta avmarkaður til at lesa Faðir Vár, hóast 10 minuttir eru settir av til morgunsang.  

 

Ofta fær stjórin ikki havt morgunsang, men biður lærarar taka sær av tí í síðstu løtu. Sostatt er tað bara onkra hissini ferð, at morgunsangur er og tað er týðiligt, at næmingarnir hava mist virðingina fyri morgunløtuni og møta illa upp, tí teir siga, at tað gevur onga meining.

 

– Evnisvika, rennidagar, føstulávintshald, jóladagar, og onnur felags tiltøk, eru merkt av óskili, tí tey tey verða ikki fyrireikað, stendur í skrivinum. Ein lærari fortelur okkum, at tá ið tey møttu til ruddingardag, spurdu tey stjóran, hvar tey skuldu rudda, men svarið var, at tað visti hon ikki.

 

Tey siga, at feskasta dømi, sum ikki stendur í skrivinum, tí tað er skrivað áðrenn, er, at lærararnir skuldu vera í skúla hesar seinastu dagarnar at leggja næsta ár til rættis. Men tey siga, at tað er ringt, tá ið tey ikki hava fingið at vita, hvørjum lærugreinum tey skulu undirvísa í.

 

Lærararnir siga í skrivinum, at hetta skúlaárið hevur verið merkt av hesum ótryggleika og næmingar hava skulkað nógv verri enn vanligt, umframt at fleiri tilburðir av harðskapi, herverki, stulduri og ágangi á lærarar, hava verið í ár enn vanligt. Akkurát hetta vilja lærararnir ikki siga meiri um, tí teir hava tagnarskyldu mótvegis næmingunum, men teir siga, at hetta eru mál, skúlastjórin ikki tekur hond um.

 

Lærararnir fýlast eisini á viðferðina, KT-vørðurin fekk. Hann var farin frá, men arbeiddi kortini. Men í einum fríkorteri var hann brádliga kallaður inn á skrivstovuna hjá stjóranum, har hann fekk at vita, at hann var liðugur á skúlanum. Lærararnir halda, at her er talan um manglandi virðing og yvirhøvur undrast tey á tað, tí eingin annar er á skúlanum, sum er førur fyri at røkja uppgávuna.

 

Lærarnir siga, at tey sakna eisini, at tað er ein tign yvir skúlastjóranum. Tað er ikki loyvt at roykja á skúlanum, men bæði lærarar, og næmingar hava, fleiri ferðir, sæð skúlastjóran roykja í skúlanum og sostatt bróta hesa regluna á skúlanum. Avleiðingin er, at næmingar halda seg hava fingið grønt ljós at roykja á skúlanum.

 

Somuleiðis siga lærararnir, at teir føla ikki, at skúlastjórin talar teirra sak í samskiftinum við myndugleikarnar, eitt nú tá ið tey søkja um tímar til næmingar við serligum tørvi. Teir siga, at teir hava gjørt vart við ónøgdina fleiri ferðir, men skúlastjórin sigur seg ikki kenna til hesi viðurskiftini.

 

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá skúlastjóranum í Vestmanna, Alis, Jónu Højsted, Vit hava ringt til hana, men hon tók ikki telefonina. Síðani hava vit havt samband við hana á sms, men hon vendi ikki aftur.