Alt skal vera sum vanligt aftur í næsta mánað

Nú fer at lýsna aftur hjá teimum, sum fáa tilboð og tænastur frá Almannaverkinum

 

Málið er, at sum juni mánaður fer at líða, skal virksemið í Almannaverkinum aftur vera sum vanligt.

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum, nú ætlanin er at linka tiltøkini, sum vórðu sett í verk í sambandi við korona.

Hann sigur, at ætlanin, sum er løgd, er góðkend av heilsumyndugleikunum og farstóttanevndini. Men treytin er sjálvsagt, at smittuspjaðingin ikki tekur dik á seg aftur.

Tiltøkini verða linkað so líðandi og longu í morgin, verða fleiri tilboð aftur til taks hjá viðskiftafólki hjá almannaverkinum, og skrivstovufólk, sum hava arbeitt heima, fara nú aftur á skrivstovuni.

Men tey fara framvegis at taka atlit til fólk, sum eru í vandabólki fyri at minka

Í morgin fer aftur at bera til at vitja búfólk á stovnum undir Almannaverkinum, men tað skal verða eftir avtalu, og verkstøðini lata upp mánadagin 11. mai, men tað verður so líðandi.

Edvard Heen sigur, at tey fylgja væl við og veksur smittuspjaðingin, verða neyðug stig tikin.