Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni í morgun hevur tað higartil verið rættiliga friðarligt á Summarfestivalinum í Klaksvík.
- Vit hava verið væl mannaðir, og onkrar hendingar hava verið, har neyðugt hevur verið at tosa fólk, sum vóru komin til ilnar, til sættis.
Vaktleiðarin sigur, at einki mál er skrivað, sum hevur við harðskap at gera, og tí kunnu tey ikki annað enn lata væl at gongdini higartil.
Tað fór at regna illa í gjár, og tí varð neyðugt hjá fyrireikarunum at umskipa og avlýsa onkra konsert, og tá gjørdist nógv trýst á tjaldinum.
- Ta einu løtuna hjálptu vit vaktarfólkunum at halda skil á, og her var onkur ónøgdur við ikki at sleppa innar í tjaldið, men alt spældi væl av, sigur løgreglan.
Vaktleiðarin legði aftrat, at tað var rættiliga friðarligt og lítið av fólki at síggja í Havn og aðrastaðnum í nátt, nú stóra summartiltakið er í Klaksvík.
Lesið eisini -
Koyrdi ávirkaður beint í hendurnar á løgregluni - https://www.in.fo/news-detail/koyrdi-avirkadur-beint-i-hendurnar-a-loegregluni