Alt tað nýggjasta um AIDS í Norðurlandahúsinum

Føroyska AIDS - ráðið fær í næstum forvitnisliga vitjan úr Danmark.

Føroyska AIDS - ráðið fær í næstum forvitnisliga vitjan úr Danmark.

Tí um 14 dagar koma tey bæði, sum standa eina fremst í AIDS-arbeiðnum í Danmark, og á altjóða støði, til Føroyar at halda fyrilestur.

Talan er um Jens Ole Nielsen, professara á sjúkrahúsinum í Hvidovre og Anne Graumann, upplýsingarstjóri hjá danska »Aids-fonden«, sum nú koma til Føroya.


Gávu til AIDS grunn

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 14. november klokkan 19.

Í sambandi við fyrilesturin verður høvi at lata nýstovnaða AIDS-grunninum gávu.

Endamálið hjá grunninum er at stuðla upplýsing um HIV og AIDS.

Endamálið er eisini at stuðla fólki við HIV ella AIDS.


Bæði í fremstu røð

hesi bæði fólkini, sum koma til Føroyar eru ikki hvør sum helst í stríðnum ímóti

AIDS.

Tí bæði standa tey í fremstu røð.

31 ára gamla Anne Graumann er cand mag í fronskum og í samskifti, og seinastu tvey árini hevur hon verið upplýsingarstjóri í danska AIDS- fonden.

Meðan Anne Graumann mest er uppií danska AIDS-arbeiðnum, hevur hin fyrilestrarhaldarin, 54 ára gamli Jens Ole Nielsen, eisini gjørt vart við seg í altjóða arbeiðnum í stríðnum ímóti hesi herviligu sjúku.

Hann bleiv lækni í 1959 og er serlækni í smittandi sjúkum, livrasjúkum og internum medisini.

Í 1985 bleiv hann leiðari á nýstovnaðu deildini fyri smittandi sjúkur á sjúkrahúsinum í Hvidovre. Hann er eisini ráðgevari hjá heilsustýrinum í málum viðvíkjandi smittujúkum.

Hann var við at stovna danska AIDS - ráðið og var formaður fyri nevndini í ráðnum níggju ár.

Seinastu árini hevur hann verið umboð Evropa nevndini í altjóða AIDS - sambandinum. Hann er eisini nevndarlimur í evropiska AIDS-sambandinum.

Hann er formaður í stýribólkinum í EURO-AIDS. Í 1994­97 var hann limur í etiska ráðnum.

Síðani 1993 hevur hann verið professari í internum medisini við Keypmannahavnar Universitet, umframt at hann er leiðandi yvirlækni á á deildini fyri smittandi sjúkur á sjúkrahúsinum í Hvidovre.


Greiða frá arbeiðnum

í Fyrilestri sínum fer Anne Graumann at tosa um arbeiði hjá AIDS - fonden. hon fer eisini at tosa um virksemið hjá grunninum, hvussu arbeiðið er skipað, og hvørji tiltøk, tey stuðla.

Og somuleiðis fer hon at greiða frá, hvussu støðan er í løtuni viðvíkjandi AIDS, og, hvørjum økjum AIDS grunnurin arbeiðir á, afturímóti øðrum HIV og AIDS felagsskapum.


Seinasta nýggja

Jens Ole Nielsen fer í sínum fyrilestri at tosa um tað seinasta nýggja í stríðnum ímóti AIDS, hvussu gongdin er, og, hvat er hent í seinastuni, báði í Danmark í úti í verðini.

Hann fer at greiða frá, hvussu arbeiðið gongur at forða fyri, at smittan breiðir seg í Norðurlondum, og, ikki minst, hvussu útlitini eru framyvir. Hann fer somuleiðis at umrøða nýggjastu viðgerðarhættirnar, og hvussu útlitini eru hjá teimum, sum nú eru í viðgerð fyri AIDS.

At enda fer hann at umrøða teir serligu trupulleikar, og tey serligu viðurskiftið, ið kunnu stinga seg upp, tá ið AIDS - sjúklingar úr Føroyum fara til Danmarkar at fáa viðgerð. Og hann spyr heilt at enda um samstarvið kann økjast.