Alt til summarklárgering av bilum

Hjá Billutum við Hoyvíksvegin í Havn hava tey stóra goymslu við vørum til at gera bilin summarkláran eftir harðan vetur.  

 

Seinastu mongu árini hava Billutir húsast á Hoyvíksvegi 61. Handilin er kundavinarligur og hugnaligur, og tað er lætt hjá kundanum at fáa yvirlit yvir handilin.

Fyritøkan Billutir, sum húsast á Hoyvíksvegi 61, hevur serkunnleika í eykalutum til bilar og øllum, sum hevur við bilar at gera.

 

Konseptið er bygt soleiðis upp, at her er alt at fáa til bilin. Umframt goymslu við eykalutum er talan um ein spennandi handil við stórum vøruúrvali við øllum tí, sum Billutir stendur fyri. 

 

Handilin er kundavinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp soleiðis, at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin.

 

Hjá Billutum hava tey næstan alt til bilin og verkstaðið.

 

Í handlinum verður satsað upp á vørur hjá eitt nú Turtle Wax, sum hevur eina stóra vøruskrá við øllum sum skal til fyri at fáa bilin reinan og snøggan til summarið.

 

Turtle Wax er amerikanskt vørumerki til viðlíkahald av bilum, bæði uttan og innan. Fyritøkan varð stovnað í Chicago í 1941 og er heimsins størsta fyritøka, sum framleiðir viðlíkahaldsproduktir til bilar. 

 

Goymslan við eykalutum og vanligum slitlutum er sera stór.

 

Her fært tú eitt nú bremsur, leigir, kjøtbein eins og oljufiltur og olju. Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru eitt nú spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond-og elektriskum amboðum.

 

Til børnini eru eitt nú barnastólar og sólskermar. Til røkt av bilum er ein hópur av vaskievni og poleringsevnum umframt t.d. perur, viskarbløð og mottur.

 

Til bilverkstaðin hevur Billutir amboð av ymiskum slagi á goymslu sum eitt nú donkraftir og verkstaðsvognar.

 

Fyritøkan varð stovnað í 1993, og seinastu mongu árini hevur fyritøkan húsast við Hoyvíksvegin í Havn.

 

Seinastu mongu árini hava Billutir húsast á Hoyvíksvegi 61. Handilin er kundavinarligur og hugnaligur, og tað er lætt hjá kundanum at fáa yvirlit yvir handilin.