Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir myndugleikar løggildað okkara egnu altarbók.
Fram til 2007 var Fólkakirkjan undir donskum málsræði, og tí vóru tað umboð fyri danska kongsríkið, sum løggildaðu Bíbliu, Altarbók, Ritualbók og Sálmabók í Føroyum.
Eftir yvirtøkuna er tað uppgávan hjá løgmanni.
##med2##
Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði fyrstu útgávuna til Føroya biskup, Jógvan Fríðriksson. Kirkjumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og Aksel V. Johannesen fingu eisini hvør sína útgávu.
Flestu av føroysku prestunum vóru í kirkjuni, og teir fegnaðust um, at altarbókin nú er komin, eftir at arbeitt hevur verið við henni í mong ár.
##med3##
– Altarbókin er tann bókin, sum liggur á altarinum í øllum kirkjum í Føroyum. Tað eru teir tekstir, ið verða lisnir upp sunnu- og halgidagar. Tað er skipað við tekstunum til alt kirkjuárið í fyrru og seinnu tekstarøð, sigur Uni Næs, dómpróstur.
Tað, sum stendur í altarbókini, er tað, sum prestar og deknar skulu halda seg til, tá ið gudstænastur verða hildnar kring landið. Handbókin er ein vegleiðing til altarbókina.
##med4##
Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, bar eisini fram heilsu. Hann takkaði løgmanni og mentamálaráðnum fyri gott samstarv. Hann takkaði eisini grunninum Føroyskt kirkjumál, fyri tað arbeiðið, sum nevndin hevur gjørt at fáa bøkurnar út.
##med5##
Jógvan Fríðriksson greiddi eisini frá søguni, at fáa altarbókina út. Allir prestarnir vórðu kallaðir saman í juli í 2011, har teir fingu høvi at siga sína hugsan um ætlanina. Nakrir fundir vóru eins og skrivligt samskifti. Tað førdi til, at tvær royndarútgávur komu í 2012 og 2013. Tær hava verið nakað nýttar av prestunum.
Í fyrru nevndini, sum arbeiddi við útgávunum, vóru prestarnir Jónsvein Bech, Emil Olsen, Meinhard Bjartalíð, Anne Mette Greve Klementsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.
Í seinnu nevndini vóru Uni Næs, Jákup Reinert Hansen, Tummas Lauritsen og Kristin Magnussen.
##med6##
Grunnurin Føroyskt Kirkjumál varð stovnaður við eini løgtingssamtykt í 1934 og hevur arbeitt við at givið út allar tær bøkur, ið hava við kirkjuna at gera. Føroyskt kirkjumál hevur eina játtan á fíggjarlógini, ið er 250.000 krónur.
Í nevndini í Føroyskum kirkjumáli eru Anfinnur Johansen, Jenny Lydersen og Uni Næs.
##med7##
##med8##
##med9##