Altargongd og barnadópur eiga ikki tokka Guds

Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði
?????
Tey í føroysku fólkakirkjuni halda seg neyvan vera katolikkar. Men tey halda seg til ta katólsku læruna við altargongd og barnadópi og at prestar geva teimum fyrigeving, tá ið tey fara til altars.
"Takið, etið! Hetta er likam Mítt!", segði Jesus. Matt. 26,26-28. Tá ið Jesus talaði hetta, hevði hann breyð í hondini, og kundi tað tí tykjast, sum var tað breyðið, ið skuldi ofrast, men tað var hansara egna likam, sum skuldi ofrast. Breyðið skuldi brúkast til minnismáltíðina. Tað var ikki breyðið, sum skuldi hangast á krossin, men hansara likam.

Tveir føðingardagar neyðugir
Golgatá krossur var seinasta altarið, sum Gud hevði tokka til, tí har hekk Frelsarin, sum hitt seinasta og fullkomna offri fyri alla synd heimsins. "Hygg Lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins. (Jóh. ev. 1,29). Hoyr, hvat Gud sjálvur sigur:
"Hetta er sonur Mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til - hoyrið Hann." (Matteus 17,5)
Jesus segði við Nikodemus: "Tit mugu føðast av nýggjum". (Jóhannesar ev. 3,6) At verða føddur av nýggjum er at hava tveir føðingardagar. Hin fyrri er tá ið vit verða fødd av móðir okkara. Hini seinni er tá ið vit verða fødd av Gudi. Hetta sigur okkum, at fyri at kunna koma inn í Himmalin mugu vit hava tveir føðingardagar.

Falskt frelsugrundarlag
Men um prestarnir boða evangeliið í kirkjunum, so doypa somu persónar bróstabørn og siga, at tá ið smábørnini eru doypt, hoyra tey Harranum til.
Hvat halda tit Gud sigur um slíkt?
Hvat so við teim ódoyptu børnunum?
Barnadópur er menniskjaverk og hevur onga heimild í Guds orði! Var barnadópurin so avgerandi sum fólkakirkjan lærir, so varð barnadópurin nevndur onkustaðni í Bíbliuni, men tað er hann ikki, av góðum grundum, tí hann bjargari ongari sál.
Tann, sum lítur á barnadópin til frelsu og lítur á at ein prestur fyrigevur honum ella henni syndirnar, er illa staddur, tí hetta er falskt frelsugrundarlag.

Synagoga Satans og hina stóra skjøkjan
"Eg lati nakrar úr Satans synagogu koma, sum siga seg vera jødar og eru tað ikki, men lúgva " (Opinberingin 3,9)
"Farið tí út frá henni (hin stóra skøkjan), so tit ikki hava lut í syndum hennara." (Opinberingin 17 og 18,45) og fyrra korintbræv. 6,14-18).
Høvdu øll sum hava tveir føðingardagar farið út frá fólkakirkjuni, bæði prestar og onnur, hevði tað havt ávirkan!

Trúgv á fullgjørda verk Kristusar
Men tað besta av øllum er, at Jesus doyði fyri hvørja einastu synd heimsins og hvør sum vil taka ímóti við tøkk og gleði eigur alt fyrigivið, men má venda sær frá syndini og gera gott, ístaðin. Tað gleðir frelsaran.
Meðan Jesus hekk á krossinum var verk hansara fullgjørt, so boygdi hann høvdið og gav upp andan. Tá hendi so nógv í øllum alheiminum. Gud hevur útvalt okkum í Kristus, sum trúgva á hetta undurfulla frelsuverk hansara. Tað kunnu vit lova og prísa honum fyri.
Takk, kæri frelsari og faðir í himli, sum gav okkum so stóra gávu, sum hvørki er givin fyrr ella seinni og verður ikki givin aftur. Takk, takk, takk, Harri Jesus!