Sum er, hevur H71 spælt ein dyst meira enn Neistin, sum jú skal spæla ein heimadyst ímóti VÍF umaftur, og í løtuni er H71 tvey stig framman fyri Neistan.
Skuldu H71 vunnið, er enn ikki alt leyst og liðugt, tí innanhýsis hevur Neistin ein greiðan fyrimun, stendur tað á jøvnum teirra millum. Neistin hevur í vetur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti H71, sum tí bæði skal vinna og vóna, at VÍF tekur stig frá Neistanum í dystinum frá 18. januar, sum verður spældur umaftur mikukvøldið.
Lítil munur á liðunum
Dystirnir millum H71 og Neistan hava verið sera javnir, og Neistin hevur tvær ferðir vunnið við einum máli og eina ferð við tveimum. Tí skal vera løgið, um ikki talan enn eina ferð verður um ein javnan dyst, har bæði lið fara at leggja nógv fyri, tí sigur er snøgt sagt eitt krav.
Vinnur Neistin enn eina ferð, hevur Neistin tveir dystir at styrkja sær um støðuna við, meðan H71 bert hevur tann eina, so tí liggur mesta trýstið á heimaliðnum.
Alt bendir á, at Hoyvíkshøllin verður væl og virðiliga fullsett, tí bæði feløg vilja gera alt fyri at hjálpa liðum sínum frá síðulinjuni. Stuðulsfelagið hjá H71 hevur sent skriv í hvørt hús í Hoyvík, har sagt verður frá stórari upphiting longu klokkan 14, og á heimasíðu sínari heitir Neistin á allar »bláar stuðlar« um at møta fjølmentir til dystin.
Dystir í dag kl. 16
H71-Neistin
KÍF-VÍF
Kyndil-StÍF