Alternativt tunnilsuppskot fyri 557 milliónir

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið eitt alternativt tunnilsuppskot inn á borðið. Nýggja uppskotið hevur eina heilt aðra farleið enn verandi uppskot, og tað kostar eisini minni  enn helvtina.

 

Tað er arkitekturin J. P. Gregoriussen, sum umvegis løgtingsmannin Høgna Hoydal hevur latið Rættarnevndini alternativa uppskotið, sum kann býtast upp í fimm partar:

 

- Undirsjóvartunnil millum Kjalnes og Stefanstanga (3,5 km á 65 mió). Kostnaður 228 milliónir

- Undirsjóvartunnil millum Strendur og Runavík (3 km á 65 mió). Kostnaður 195 milliónir

- Tunnil millum Strendur og Kolbeinagjógv (2 km á 45 mió). Kostnaður 90 milliónir

- Vegur millum Kolbeinagjógv og Stefanstanga (1,5 km á 15 mió). Kostnaður 22 milliónir

- Vegur Inni á Firði til Oyrareingir (1,5 km á 15 mió). Kostnaður 22 milliónir

 

Samlaði kostnaður av hesi nýggju farleið millum høvuðsstaðin og Eysturoynna verður út frá uppskotinum 557 milliónir krónur.

 

Rættarnevndin hevur fingið uppskotið frá arkitektinum J. P. Gregoriussen, ið hevur sagt seg sinnaðan at koma á fund við nevndina at greiða nærri frá tí.

 

Hini tunnilsuppskotini, bæði frá landsstýrismanninum og andstøðuni, taka øll støði í tí farleið, sum felagið P/F Skálafjarðartunnilin á sinni arbeiddi við. Tann tunnilsloysnin er mett at kosta umleið 1,2 milliard krónur.