Tað er gerandiskostur fyri løgregluna at skilja fólk at um vikuskiftini. Hvørt vikuskiftið verður ringt inn, tí fólk fara til hendurs.
Og so var aftur hetta vikuskiftið. Náttina til sunnudagin varð løgreglan boðsend fimm ferðir, tí fólk fóru til hendurs í býnum. Sama gjørdi seg galdandi náttina til leygardag.
- Tað er púra vanligt, at tað eru fólk sum hava skeldast, og so útviklar tað seg til okkurt meir, og tá ringja fólk til okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Tað er í veruleikanum alla náttina, at løgreglan hevur slíkar uppgávur, sigur vakthavandi.
Umframt hetta hevur løgreglan tikið fleiri full fólk av gøtuni, og koyrt tey til hús, tí tey ikki vóru før fyri at ganga sjálvi.