Tað eru 9 ár síðan, at dagurin var hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Í fjør var dagurin í Føroyum hátíðarhildin fyri fyrstu ferð. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum tann dagin fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima.
Føroyski Down Syndrom bólkurin skipar fyri fleiri tiltøkum hendan dagin.
Dagurin 21. mars byrjar í Skótahúsinum við Løkin í Runavík kl. 15, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri setur dagin og Ælabogin spælir. Silvi frá Norðoya Sparikassa kemur á vitjan, og Sigrun Wardum sigur nøkur orð. Tiltakið í Skótahúsinum endar kl. 16,30. Vakrir bannarar verða hongdir upp í gøtunum í Runavík.
Í Løkshøll kl. 17 bjóðar Elvin Weihe vælkomin. Magna Jógvansdóttir sigur frá um hugburð. Eisini syngur Elin Løkin ein sang. Slideshow er á skránni. Tóra við Keldu sigur frá sínum sjónarmiðum, og Helena Jørmundsson greiðir frá tí at vera foreldur til Immanuel, sum er eitt ára gamal og hevur Down Syndrom.
Fyriskipararnir heita á øll fólk um at hava blátt naglalakk 21. mars fyri at vísa, at tey stuðla degnum.
– Í hesum sambandinum hava vit eisini latið gjørt eitt picbadge at seta á Facebook vangamyndir, og fara vit at heita á fólk um eisini at stuðla tann vegin, siga fyrireikararnir.
Tað verður mett, at umleið sjey milliónir fólk um allan heim hava Down Syndrom. Eingi tøl eru tó fyri, hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður mett at eitt barn verður føtt um árið.
Orsøkin til Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, kromosom nr. 21, og hendir tíðliga í móðurlívi. Eingin veit, hví hetta kemur fyri, men við røttum stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív við innihaldi.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut í tiltakinum, sigur Down Syndrom bólkin.