Sameindu Tjóðir hava sett 21. mars av at varpa ljós á down syndrom. Dagurin hevur verið hildin júst 21. mars seinastu 12 árini.
Hvørt ár seta Sameindu Tjóðir serstakt fokus á teir samfelagsbólkar, sum tey minnast ein ávísan dag. Og soleiðis er eisini í dag. Tí á heimasíðuni hjá Sameindu Tjóðum stendur at lesa, at 21. mars 2017 verður settur av til at varpa ljós á átakið "MínRøddMíttSamfelag. Endamálið er at geva fólki við down syndrom møguleika at luttaka í orðaskiftum í samfelagnum, at verða hoyrd og hava ávirkan á lóggeving, og at verða ein partur av samfelagnum, javnsettur við aðrar partar.
Down syndrom er uppkallað eftir John Langdon Down, sum var fyrstu læknin, sum setti orð á sjúkuna. Down syndrom er ein tilstandur, har persónar hava ein kromoson meira enn tey uttan down syndrom, og tað ger, at tey gerast menningartarnað.