Sørvágur, Søltuvík og Glyvursnes hava pláss fyri hvør sínum lítla flogvølli, men í Nólsoy er pláss fyri stórari floghavn við langum krossvølli og alskyns bygningum í einum stórum upplandi.
Álíkavæl hevur Nólsoy ongantíð verið havd almennt á lofti sum møguligt øki fyri nýggjari altjóða floghavn. Fyrr enn nú. Sosialurin kann í dag avdúka spennandi uppskot til altjóða floghavn á Borðuni. Uppskotið eigur Magnus Hansen, sum hevur drúgvar royndir sum arkitektur bæði innan tað privata og almenna.
- Hetta er egið hugskot. Eg havi ongantíð hoyrt Nólsoy nevnda sum møguliga floghavn, og tað er faktiskt ótrúliga løgið. Har er stórt, slætt øki við góðum veðurlagið og góðum innflúgvingarmøguleikum. Og øki liggur mitt í miðøkinum, greiðir Magnus Hansen frá.
Sambært Magnusi Hansen hevur Nólsoy nógvar fyrimunir í mun til Glyvursnes. Slætta økið á Borðuni er nógv størri og gevur møguleika fyri einari veruligari altjóða floghavn, samstundis sum talan, sambært arkitektinum, er um eina ætlan, sum ikki forðar fyri aðrari bygging.
- Um flogvøllur verður bygdur á Glyvursnesi forðar tað fyri møguligari býarbygging á staðnum, men sami trupuleiki ger seg ikki galdandi í Nólsoy. Ein stór floghavn har úti fer harafturímóti at skapa møguleikar fyri enn meira íbúðarbygging bæði í Nólsoy og inni á meginlandinum.
Góðar umstøður
- Tekningin prógvar at tað ber til at gera tveir vallir á Borðuni. Tann styttri verður á leið 2200 metrar, tað vil siga næstan tað dupulta av verandi vølli í Vágum. Og tann longri vøllurin er settur at vera 3500, men kann eisini leingjast til 4000 metrar, sigur Magnus Hansen.
Í uppskotinum er ein 20.000 kvadratmetur stórur móttøkuterminalur í tveimum hæddum við fingrum til 10-12 flogfør, við síðuna av er eitt parkeringsøki til 600 bilar, sum lættliga kann økjast til 2000 bilar. Og fram við vallunum eru terminalar og hangarar á tilsamans 105.000 kvadratmetrar.
- Bara bygningarnir fylla tískil meir enn 15 fótbóltsvallir, og tekninging vísir týðuliga, at upplandi framvegis er risastórt, sigur Magnus Hansen, sum heldur at ferðavinnan kundi notið gott av hesum við til dømis hotellum nær flogvøllinum.
Her er altso talan um heilt aðrar støddir enn tær, sum eru møguligar í Sørvági, Søltuvík og á Glyvursnesi.
Magnus Hansen sigur, at hann ikki ynskir at gera seg klókan upp á flúgvufrøði, men sum hann skilur, so eru floglíkindini sera góð á Borðuni, og tá møguleiki er fyri krossvallum, er óneyðugt við alternativum flogvøllum aðrastaðni.
- Innflúgvingin skuldi eisini verið líka til. Í beinari innflúgving sunnanifrá og eystanifrá eru Hetland og Noreg nærmastu lond, úr útsynningi verður flogið yvir Sandoynna, meðan innflúgvingin úr landnyrðingi kemur suður yvir Sundalagnum.
Seriøst uppskot
- Eg havi gjørt uppskotið, tí eg trúgvi upp á tað. Hetta er ikki til stuttleika, sigur Magnus Hansen. Hann hevur handað Bjarna Djurholm uppskotið, og hesin segði, at hann ætlaði at senda tað víðari til Landsverk.
Sambært Magnusi Hansen eru møguleikarnir fyri stórum floghavnum so fáir í Føroyum, at øll støð mugu kannast. Og Nólsoy er ein so upplagdur møguleiki, at tað undrar hann, at landstýrismaðurin og Landsverk avmarka seg til øki, har tað í grundini ikki eru rúm fyri floghavn.
Spurdur hvørja móttøku hugskotið hevur fingið, svarar Magnus Hansen, at hann ikki ynskir at svara fyri myndugleikarnar, men millum fólk annars hevur hann bara fingið jalig aftursvar.
- Tey flestu undrast mest yvir, at eingin hevur hugsað um hetta fyrr. 20.000 fólk síggja út á Nólsoynna hvønn dag, men eg havi í øllum førum ongantíð hoyrt nakran tosað um henda møguleikan fyrr, heldur Magnus Hansen.
Hann vónar, at hugskotið fær eina seriøsa viðgerð, tí hann heldur, at vit hava brúk fyri at flyta okkum út um avmarkaða vanahugsan. Sjávur hevur hann í øllum førum havt dirvið til at ímynda sær Nólsoy sum eitt nýtt ríkt Amager og Føroyar sum eitt land við stórum útsýni og stórum altjóða flogvølli.