Heidi Petersen
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin.
Altjóða kvinnudagurin 8. mars gevur okkum høvi at varpa ljós á kvinnupolitiskar spurningar, og haldi eg tað tað vera hóskandi at gera eina lítla eftirmeting av javnstøðulógin nú hon skal hátíðarhaldast.
Javnstøðulógin verður í ár 10 ár, og verður hetta hátíðarhildi við stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 10. mai. Endamálið við ráðstevnuni verður soleiðis lýst:
Endamálið við ráðstevnuni er at geva íblástur og vísa á gongdar leiðir fram móti einum rættvísum, demokratiskum og fjølbroyttum samfelag.
Í fyrireikingum hevur stórur dentur verið lagdur á at skapa eina skrá, sum bæði kynini halda vera áhugaverda. M.a. fyri at gera upp við fatanina hjá summum um javnstøðumál sum kvinnumál.
Eisini hevur dentur verið lagdur á góðsku. Framløgufólkini og orðstýrarin eru kend og hava skarað framúr á sínum øki. Norðurlandahúsið er valt sum karmur um ráðstevnuna. Oddvør Skarðhamar, sum er kend fyri sína góðu og fjølbroyttu matarskrá, borðreiðir á døgurða. Dagurin í Norðurlandahúsinum endar við einari hugnaligari løtu, har høvi er at tosa við framløgufólk og luttakarar um dagin og tey inntrykk, sum fólk hava fingið.
Ráðstevnan verður lýst við eini sera áhugaverdari skrá, har millum onnur Vígdis Finnbogadóttir, fyrrv. forseti Íslands, umrøður evni: Javnstøða - hví og hvussu? Vónandi fær tiltakið, sum javnstøðunevndin stendur fyri, góða undirtøku millum fólk, bæði kvinnum og monnum, so endamálið við ráðstevnuni, at skapa eitt rúm har bæði kynini møtast til orðaskifti um javnstøðu sum kvinnumál og mannsmál, verður nátt.
Hvat er so endamálið við javnstøðulógini frá 3. mai 1994. Í formælinum til lógina stendur soleiðis:
Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Meginreglan er, at tað ikki er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn. §1, stk 2 er frávik frá hesum, tí har stendur, at tað er loyvt at tryggja øðrum kyninum serlig rættindi, um endamálið er at fáa javnstøðu á økinum.
<sum$?$end$!$Starvsseting, løn og yrkis- og menningarmøguleikar eiga at vera tey somu fyri kynini bæði<BR><sum$?$end$!$Foreldrafrávera eigur ikki at føra til, at starvsfólk ikki fáa somu sømdir sum onnur starvsfólk, tá um útbúgving og framflytan ræður<BR><sum$?$end$!$Frálærutilfar v.m. skal samsvara javnstøðuhugsjónini<BR><sum$?$end$!$Almennar nevndir og ráð skulu hava javnt kynsbýti <BR>Hyggja vit eftir og meta um hvat vit hava fingið burturúr, at náa málinum sum javnstøðulógin setir, er lætt at fáa eyga á at misjavnt er við hvussu hevur gingist. Viðvíkjandi fyrsta málsetninginum haldi eg at vit eru komin rættiliga langt. Haldi at starvssetanir, løn og yrkis- og menningarmøguleikarnir eru um at verða eins fyri bæði kynini. Kvinnur tora betur at taka avbjóðingarnar upp á arbeiðsmarknaðinum, og menninir tora betur at halda seg til øki, sum sambært siðvenju eru kvinnuøki. Her manglar kanska tað at kvinnur halda seg framat teimum sokallaðu mannsøkjunum, men eisini her eru kvinnur um at koma við.
Næsti setningur, í endamálunum hjá javnstøðulógini um foreldrafráveru, haldi eg vera náddan. Grundin er serliga skipanin við barsilsgrunninum og avtalum á arbeiðsmarknaðinum, um fráveru vegna sjúk børn, har bæði foreldrini hava eitt ávíst tal av døgum, tey kunnu vera heima hjá sjúkum barni, fyri at takka.
Tá vit koma til frálærutilfar í allari okkara skúlaskipan, heilt frá fólkaskúla til fróðskaparsetur, er verri statt. Mær vitandi eru ongi ítøkili tiltøk sett í verk fyri at føroyskir skúlanæmingar og lesandi skulu fáa eina javnbjóðis mynd av leiklutinum og týdninginum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum. So her er eitt øki sum arbeiðast má viðari við í komandi tíðum, og frá politiskari síðu eiga stig at verða tikin til at fáa gongd á eitt slíkt arbeiði.
Heldur ikki kann sigas, at nátt er á mál við seinasta setninginum í endamálinum hjá javnstøðulógini um, at almennar nevndir og ráð skulu hava javnt kynsbýti. Her haldi eg heilt einfalt at tað hevur skortað uppá politiskan vilja at fremja hendan málsetning. Undanførðslurnar eru nógvar, og orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men eitt er heilt greitt, at tað altíð er trupult at víkja frá eini valdspositión.
Niðurstøðan er, at tað framvegis er nógv arbeiði hjá javnstøðunevndini eftir at gera, og vónandi fær nevndin góðar karmar at arbeiða undir. Mín vón fyri framtíðina er, at javnstøðunevndin kann víðka um sítt virksemi, til eisini at umfata útbúgvingar- og menningararbeiði, fyri at fáa fleiri kvinnur virknar í føroyskum politikki. Støðan í løtuni er ikki nóg góð á hesum øki, við bert trimum kvinnum á Løgtingi ella knapt 10% og 60 kvinnum í bý- og bygdarráðum ella 22%, er sjónligt at enn er langt aftir á mál,og vil eg gera mína ávirkan galdandi til tess at bøta um hesi viðurskifti.