Altjóða kvinnudagur í Miðvági

Altjóða kvinnudagurin, sum er tann 8. mars, verður hildin við kvøldsetu í bygdarskúlanum í Miðvági

Kvinnudagur

Altjóða kvinnudaurin, sum er tann 8. mars., verður hildin um allan heim. Eisini í Miðvági. Tað verður við kvøldsetu í bygdarskúlanum.
Marjun í Kálvalíð er ein teirra, sum skipar fyri kvøldsetuni í Miðvági. Hon sigur, at ætlanin er at hava eitt mentanartiltak klokkan 20 um kvøldið. Tað verður ókeypis atgongd, og saktans sleppa menn eisini inn. Men tað verða bara kvinnur, sum fara at føra fram tað, sum verður at síggja og hoyra á kvøldsetuni.
Á skránni verður alt frá skemtileikum til fyrilestur. Á vegnum verður eisini tónleikur, sangur og upplestur.
Marjuní Kálvalið fer saman við øðrum at standa fyri tí skemtiliga. Nakrar ungar gentur úr Miðvági hava ein tónleikabólk, sum fer at framføra ymisk løg. Serliga donsk frá kvinnubólkinum Venter på far, greiðir Marjun í Kálvalíð frá.
Jónleyg á Løgmansbø, sum er ættað ur Miðvági, fer at lesa upp og syngja úr yrkingarsøvnum, hon hevur givið út. Undirspæli fara fastrar hennara av Løgmansbø at standa fyri.
Kvinnur úr Vágum fara eisini at sýna fram ymisk listaverk, tær hava gjørt.
Marjun í Kálvalíð sigur, at ætlan teirra, sum skipa fyri, er at fáa eina kvinnu, sum annaðhvørt er politikari ella frammalaga í vinnulívinum, at halda ein stuttan fyrilestur. Enn er tó ikki avgjørt, hvør tað verður, sigur hon
Sum vera man verður felagssangur á eini slíkari kvøldsetu, eins og kaffi og køkur eisini eru at fáa eitt slíkt kvøld. Og tað er alt samalt ókeypis, minnir Marjun í Kálvalíð á.